Nú kann Skála ikki krógva seg

Skála styrkti um oddastøðuna við fult uppibornum 2-0 sigri á B36, og nú kann unga Skála-liðið ikki longur krógva seg sum bara eitt upplop

Fótbóltur

Skála er framvegis oddalið í bestu føroysku fótbóltsdeildini. Og oddasessurin er nú greiðari, enn hann nakrantíð hevur verið.
Somikið stutt er niðurstøðan, eftir at Skála fyri triðju ferð upp í slag fekk fult á heimavølli.
Eftir at fyrst HB og síðani ÍF máttu ásanna, at tað ikki bara var sum at siga tað, tá stig skulu takast av Skála, var tað hesaferð B36, sum vitjaði. Undan dystinum var B36 á øðrum plássi ? bert tvey stig aftan fyri Skála ? og tí var lagt upp til oddabrak. Eitt oddabrak, har mong mundu halda, at nú fór Skála at fella til jørðina aftur, eftir at flogið hevur verið so óvanliga høgt fyrstu umførini.
Í øllum førum var B36 ávarað, soleiðis at teir ikki undirmettu mótstøðuna, og skuldu teir gloymt hetta, so var tað í øllum førum heilt skjótt, at Skála gav teimum eina áminning um, at tað altso var oddaliðið, sum teir vitjaðu.
Skála setti seg nevnliga alt fyri eitt á dystin. Longu fyrstu tacklingarnar góvu B36 greiðar ábendingar um, at her kom einki av sær sjálvum.

Eitt einfalt spæl
Og í mangar mátar stóð eisini heilt tíðliga greitt, hví Skála er komið somikið væl frá byrjan í landskappingini. Sjálvandi er talan um góðar fótbóltsleikarar, og sjálvandi hevur viðrákið seinastu dystirnar givið teimum tað eyka pettið av sjálvsálitið, sum teir høvdu tørv á, men hetta eru ikki týdningarmestu orsøkirnar.
Týdningarmesta orsøkin man hinvegin vera at finna á beinkinum, har liðið hevur mest royna og mest vinnandi føroyska fótbóltsvenjaran yvirhøvur. Johan Nielsen var fram um aðrar maðurin aftan fyri stórheitstíðina hjá HB í sjeyti- og áttatiárunum. Hann var maðurin, sum í nítiárunum lyfti GÍ langt upp um hini í føroysku kappingini, og nú er hann eisini maðurin, sum stendur aftan fyri upptúrin hjá Skála.
Og í mangar mátar er spælið hjá Skála eisini eyðkent av stílinum, hjá Johan. Knallhart arbeiði á miðvøllinum, har mótstøðuliðini støðugt verða settir undir trýst, álopsspæl við brúk av borðunum, soleiðis at nógvar vandastøður kunnu spyrjast burturúr, og eitt væl skipað verjuspæl, har alt liðið kennir sínar skyldur í einstøku støðunum. Jú, fótbóltur er í veruleikanum eitt einfalt spæl.

Gestir uttan hugflog
Hjá B36 tóktist spælið hinvegin ikki serliga einfalt. Kanska var talan um ein sonevndan off-day, men í mangar mátar tykist hetta tó vera ein heldur bílig umbering.
Eitt er, at spælið als ikki hekk saman hjá liðnum, sum undan kappingini varð rópt sum ein av toppkandidatunum til meistaraheitið. Annað er, at tá spælið ikki hekk saman, so sýndi liðið ein totalum mangul upp á hugflog til at broyta um spælgongdina. Hóast trýstið hjá Skála heilt greitt hevði sína styrki á miðvøllinum, so hildu teir úr árstalsfelagnum á at spæla bóltarnir inn mitt á, har tað sjáldan eydnaðist at tengja meira enn tvær sendingar saman. Eitt upplagt alternativ vildi annars verið at sent langar bóltar niðan móti hornunum, soleiðis at liðið kundi flytast niðan, samstundis sum Skála varð tvingað at renna aftureftir, men hetta varð ongantíð gjørt.

Massivt press
Ístaðin helt Skála trýstið á, og ferð eftir ferð stóðust vandastøður framman fyri B36 málinum av hesum. Leitast skuldi fram um fyrsta korterið, áðrenn B36 hevði nakra veruliga roynd á málið, og undan hesum høvdu Jónhard Frederiksberg og tvørtræið í felag givið B36 eina ávaring av teimum heilt kraftigu.
Og um miðjan hálvleikin eydnaðist so eisini vertunum at leggja seg á odda. Upptaktin til málið var ógvuliga sigandi, tá Allan Mørkøre av bakkinum enn einaferð spældi inn mitt á, heldur enn at rudda burtur. Pól Thorsteinsson spældi somuleiðis víðari upp á mijðuna, har Ronnie Samuelsen alt fyri eitt var yvirmannaður, og so royndi Nenad seg við langskoti. Kanska kundi Tróndur Vatnhamar verið kvikari niðri eftir bóltinum, men tað fæst so ongantíð vissa fyri, og uppiborið hevði Skála lagt seg á odda.
Hetta var ikki annað enn í samsvar við leikgongdina, og tað, sum eftir var av hálvleikinum, helt Skála á við at trýsta.

Snarljós í kontra
Eftir steðgin broyttist spælið tó nakað. Skála hevði nú leiðsluna at dúva uppá, og heldur enn at halda áfram við skúmandi press-spælinum, tóku teir seg nú longur aftur á vøllin. Hetta gav B36 meira pláss at spæla á, og spakuliga komu teir soleiðis til nakað, sum líktist líkinda møguleikanum.
Samstundis sýndi Skála tó eisini, at teir so sanniliga eisini hava eitt vandamikið kontra-spæl. Einar fýra-fimm ferðirnar slerdi snarljósið av álvara, tá teir eftir at hava vunnið bóltin, settu fulla ferð á niðaneftir. Sera einfalt varð bólturin spældur út í borðið, og so komu ein ella tveir leikarar drønandi niðan hinumegin.
Longu tíðliga í seinna hálvleiki hevði Hanus Thorleifson møguleika at punktera dystin eftir slíka uppskrift, men tá hetta ikki eydnaðist, so gjørdist dystarendin nakað væl meira spennandi, enn heimaliðið ætlaði. Ikki tí at B36 skapti so øgiliga nógv, men nakrar ferðir kom tó álvarsligur vandi av meira ella minni tilvildarligum støðum.
Men John mundi ikki vita, hvussu fríur hann var, og tá lotið í tveimum førum spældi Skála-málverjanum eitt puss, sluppu teir kortini við skrekkinum. Størsta møguleikin mundi Áki Mørk tó fáa, tá bólturin eftir klumpspæl datt fyri føtur hansara, men skotið streyk framvið málinum.
Og so kundi Bogi Gregersen staðfesta sigurin. Ein bóltur varð stungin inn um verjuna, har Tróndur Vatnhamar helst skuldi verið kvikari út, men tað eydnaðist so Boga at kíla seg millum málverja og verjuna, og so stóð 2-0 á talvuni.

Breidd uttan miðvøll
Sum sagt, so førdi sigurin við sær, at Skála styrkti enn meira um oddastøðuna, og skal metast eftir avrikinum hesaferð, so er eingin orsøk til, at liðið ikki skal verða hangandi í oddinum.
Bara tað í sjálvum sær, at teir hava sent bæði høvuðsstaðarfeløgini avstað við ongum, sigur nakað um dygdirnar á liðnum. Heldur ikki ber longur til hjá liðnum at krógva seg aftan fyri heitið sum »prügelknäbe« í deildini, men hinvegin tolir spælistílurin væl, at hini liðini taka teir í størri álvara. Størsti vansin tykist kanska vera, at breiddin í hópinum ikki er so stór, men enn hava hvørki skaðar ella leikbann gjørt um seg, og so leingi, sum tað heldur, er ikki tørvur á breiðari hópi enn tað sama.
Hjá B36 tykist hinvegin vera nógv at arbeiða við, um liðið skal vinna seg heilt fram í oddin. Hóast hópurin man vera ein hin sterkasti og breiðasti í landinum, so eru tó eyðsýndir veikleikar á liðnum.
Í málinum tykist Tróndur Vatnhamar ikki vera so væl fyri, sum hann onkra aðra tíð hevur verið, men tað er tó serliga miðvøllurin, sum tykist vera veika liðið. Her hevur liðið annars roynt seg við nøvnum sum Jens Erik Rasmussen, Ronnie Samuelsen og Arnbjørn Danielsen, men hóast hetta eru royndir leikarar, so tykist ongin teirra megna leiklutin at stýra og skipa spælinum.
Einki er at ivast í, at tann trupulleikin hevði verið minni, um dyrgingin eftir Fróða Benjaminsen hevði hepnast betri í vetur, men tá hetta ikki eydnast, so tykist tað merkisvert, at størri royndir ikki hava verið gjørdar at fáa aðrar menn til hendan leiklutin. Kanska einamest Mikkjal Thomassen, sum áður hevur verið í felagnum, men sum nú ger um seg á Toftum, tó at úrslitini ikki hava verið nøkur serlig her.