Nú kemur tann stóra avbjóðingin

? Vit kunnu ikki bara skerja miðfyrisitingina og so seta okkum hendur í favn. Tá ið sparingarnar eru gjørdar, er tann størsta avbjóðingin eftir, sigur Anfinn Kallsberg, formaður í fíggjarnevndini

Miðfyrisitingin

? Sum støðan er nú, er miðfyrisitingin hjá landsstýrinum ikki yvirmannað.
Tað heldur Anfinn Kallsberg, formaður í fíggjanevndini.
Nógv kjak hevur verið um miðfyrisitingina síðani landsstýrið gjørdi av at skerja hana 10% yvir ein kamb.
Men Anfinn Kallsberg ávarar ímóti at lata hesar sparingar standa einsamallar.
? Vit kunnu ikki skerja miðfyrisitingina og so seta okum hendur í favn. Tá ið skerjingarnar eru gjørdar, er nevniliga tann størsta avbjóðingin eftir. Og tað er at laga føroyskt lógarsmíð til føroysk viðurskifti, so tað ber til hjá fyrisitingini at virka.
Anfinn Kallsberg sigur, at tað er onki løgið í at miðfyrisitingin er nógv vaksin, nú vit eru farin yvir til eina ráðharraskipan
? Men fyri tað um eg ikki góðtók ætlanina hjá tjóðveldisflokkinum, havi eg onki havt ímóti, at sparinginar verða gjørdar í fyrisitingini, eitt nú at fáa dupultfunktiónir burtur. Og í nøkur ár er spart á játtanini til miðfyrisitingina.
Samstundis vórðu tveir serfrøðingar í rationalisering settur í starv at finna sparingarmøguleikar, eitt nú við at leggja funktiónir saman.
Anfinn Kallsberg vísur tó á, at tað, sum er hent við miðfyrisitingini er ikki annað, enn at hon er minkað í vavi.
? Tað fer aftur at seta enn størri krøv til effektiviseringar, eitt nú at leggja funktiónir saman.

Nú kemur stóra avbjóðingin
Anfinn Kallsberg heldur annars ikki, at miåfyrisitingin er ov stór, soleiðis sum støðan er nú.
?Og hann heldur avgjørt, at tær sparingarnar, sum eru gjørdar, kunnu ikki standa einsamallar.
? Tá ið sparingar verða gjørdar, er tann heilt stóra avbjóðingin eftir og tað er at laga lógarverkið til føroysk viðurskifti.
? Sostatt verður tað neyðugt at gera lóggávuna einfaldari, Men higartil hava vit ongantíð havt okkum fyri eygað at gera lógir, sum eru hóskandi hjá einum lítlum samfelagi at umsita.
? Vit hava altíð havt til vana at týða danskar lógir til Føroyskt og seta tær í gildi her, uttan at hugsa um, at tær eru gjørdar til eitt samfelag, sum er 100 ferðir størri enn okkara. Ella hava vit beinleiðis sett danskar lógir í gildi í Føroyum.
? Sostatt eru lógir, sum krevja eina velduga fyrisiting, settar í gildi í einum landi við lítlari fyrisiting.
? Tí verður tað tann stóra avbjóðingin hjá okkum at laga lógarverkið til føroysk viðurskifti, so at tær eru til at umsita hjá einum lítlum samfelagi.
? Tá ið vit hava gjørt lóggávu í Føroyum, hava vit ongantíð hugsað um at gera tær nóg einfaldar og lættar at umsita hjá eini lítlari fyrisiting.
? Koma vit ikki hesum til lívs, kemur fyrisitingin í stórar trupulleikar, tí hon fer ikki at megna at umsita eftir lógini.
Hann nevnir dømi um fiskivinnulóggávuna, sum ætlanin nú er at endurskoð við tí í hyggju at gera lógina einfaldari og lættari at umsita.
Hann nevnir eisini, at í 1993 varð avtala gjørd við donsku stjórnina um at landsstýrið skuldi dagføra sosiallóggávuna.
? Hóast peningur er settur av til hetta endamál hvørt ár síðani, hava vit enn ikki megnað at halda hesa avtaluna, hóast heili 11 ár eru farin.
? Samstundis fyrisita vit á økjum, har vit kanska ikki eiga at fyrisita.
Hann vil tó ikki nevna dømi.
? Vit kunnu ikki steðga við tær sparingar, sum eru gjørdar. Tað verður avgerandi neyðugt at fara víðari og laga lóggávuna til føroysk viðurskifti.
? Og tað fer at krevja sera stóra orku, sigur Anfinn Kallsberg.