Hanus Samró, Løgtingsmaður fyri fólkaflokkin
------
Samgongan heldur fram við at menna og útbyggja føroyska samfelagið. Í komandi viku leggur landsstýrismaðurin við fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, uppskot fyri løgtingið, har mælt verður til, at “tann, sum byggir/umbyggir bygning til leigubústaðir…kann eftir umsókn fáa endurgoldið inngangand meirvirðisgjald av byggikostnaði.”
Endamálið við broytingini er, at byggja luta- og lestraríbúðir, sum stórur tørvur er á, eins og tað er at stimbra undir byggivinnuna í Føroyum.
Bústaðir
Í byrjanini av hesum árinum segði stjórin á Bústaðir, Andras Róin, við Dimmalætting, at teir vóru tilreiðar at byggja hundraðtals luta- og lestraríbúðir, um løgtingið broytti nøkur praktisk viðurskiftir:
1. MVG frítøka av byggingum
2. Víðka um heimildirnar hjá Húsalánsgrunninum (Bústaðir), so at teir kunnu taka realkreditlán
3. Bílligari fermetraprís frá kommunum
Vit kunnu ikki broyta fermetraprísin, tí kommunurnar umsita øki. Hinvegin hava vit møguleikan at ganga hinum báðum ynskjunum á møti. Vit kunnu broyta MVG lógina, eins og vit kunnu víðka um heimildirnar hjá Bústaðir.
Tað er júst tað, sum vit eru í holt við.
Vit vilja hava luta- og lestraríbúðir. Vilja geva byggifyritøkum neyðugar karmar, vilja stimbra føroysku byggivinnuna, tí tað er í áhuganum hjá okkum, at lesandi og pensjónistar fáa møguleikan at leiga fyri lítið og lætt.
Arbeiðspláss
Broytingin hevur eisini til endamáls at skapa fleiri arbeiðspláss í Føroyum. Akkurát sum við flatskattinum. Síðani flatskatturin varð innførdur í januar 2012, vóru sambært heimasíðuni hjá hagstovuni (tøl fyri 2013 eru ikki tøk) umleið 500 fleiri løntakarar í november sama árið. Harafturat fall arbeiðsloysið úr 6,8% niður á 4,5% sama tíðarskeið.
Vónandi kemur nýggja uppskotið hjá Jørgeni Nicalsen at hava eins stóra ávirkan og flatskatturin, tí vit hava tørv á luta- og lestraríbúðum, sum okkara ungu og eldru kunnu leiga bílliga. Tað er endamálið við broytingini.
At skapa karmar fyri luta- og lestraríbúðum í Føroyum.