Nøkur línuskip eru til fiskiskap

Streymurin verður góður í næstu viku, men veðrið verður óstøðugt.

 

Í dag, tá tey á Fiskamarknaði Føroya komu við sínum metingum fyri væntaða ráfiskatilfeingið í næstu viku, varð sagt, at bara trý ísfiskalínuskip eru til fiskiskap í løtuni. Væntandi er tó, at fleiri línuskip fara at loysa, tá veðrið batnar aftur seinni um vikuskiftið.

Tvey ísfiskalínuskip fiska undir Føroyum, og eitt fiskar í íslendskum sjógvi. Eitt skip landar mánadagin, og hini bæði landa væntandi seinni í vikuni. Umframt ísfiskalínuskipini, eru eisini nøkur frystilínuskip til fiskiskap í løtuni. Trý eru í Íslandi, og trý fiska undir Føroyum.

Um útlitini til útróður í næstu viku, verður sagt, at streymurin verður góður, men veðrið verður óstøðugt. Tí verður ikki roknað við nógvum útróðri í næstu viku. Í løtuni eru veðurlíkindini vánalig, og í morgin verður helst ódnarveður og eingin útróður.