Eg kom av tilvild at síggja Sosialin frá 13. Sept. – har Gerhard Lognaberg hevur eitt innlegg.
Hann vísir ónøgd yvirfyri fjølmiðlafólkunum, fyri at endurgeva seg skeivt; - samstundis tekur hann sær rætt til at happa minnilutabólk.
Hann ákærir fjølmiðlarnar fyri at flyta tíðindi soleiðis, at onkur skal blíva svartiper; og í hesum føri er tað so Gerhard sjálvur, ið er blivin tað, við tað at miðlarnar siga ymiskt um hann, sum slett ikki er veruleiki, og tað haldi eg eisini er sera óheppið, og eg skilji væl at hann ikki finnur seg í tí.
Men í næsta petti/yvirskrift við heitinum “øll kenna”, fer Gerhard sjálvur niður um alt lágmark við sínum útsøgnum. Hann hevur so ljótan málburð og so dømandi grell orð um tey samkyndu her heima, og sigur tey gera Føroyar til Sodomu og Gomorra. Kemur hetta ikki undir happing ella havi eg misskilt samtyktina í 266b?
Víðari endurgevur hann úr bíbliuni Lukas kap. 19, vers 56 um gestablídni, (í samband við vitjanina úr Íslandi) og við hesum taki eg undir við. Men Gerhard! Tað eru onnur vers og nógv enntá í halgubók, sum eisini burdu vigað líka tungt. Eg nevni 2 dømir: Matt. kap. 7, versini 1-5 og kap. 22, versini 36-39.
Gerhard - hvat hava hesi samkyndu gjørt tær – og hvønn rætt hevur tú til at døma tey? Hví verður mest sett fokus á tað kynsliga aspektið? Sjálv kenni eg samkynd, sum fult út lúka treytirnar fyri føroyskum borgaraskapi.
Vit eiga ikki á nakran hátt at niðurgera hvønn annan, men eiga at virða privatlívi hjá hvørjum øðrum.
“Gerið ímóti øðrum, tað tú vilt at onnur skulu gera ímóti tær”.