Marjun A. Simonsen
--------------------
Í desember 06 varð bók borin í húsini – Føroyar og bankarnir í 100 ár. Ikki hevur verið nógv at hoyra um hesa bók yvirhøvur. Tað er at undrast á, at bókin ikki hevur verið viðgjørd alment og tykist vera dottin burtur ímillum. Man tað vera tilætlað?
Í hesi bók verður gjørd ein roynd at lýsa søguna hjá tí upprunaliga Føroya Banka og bankanum, ið nú hevur sama navn, og søguna hjá Sjóvinnubankanum. Harumframt er ein partur, ið lýsir hetta tíðarskeið samfelagsfrøðiliga/søguliga.
Eg ætli mær ikki at skriva nakað ummæli at hesi bók, tað má onkur gera, ið er meiri kunnugur í búskapi, men eg havi nakrar viðmerkingar til innihaldið í tí partinum, ið Jørn Astrup Hansen hevur skrivað um søguna hjá teimum trimum bankunum.
Fyrst er at siga, at eitt, ið kann undra tann hygna lesaran, er, at eingin heimildarlisti er, ið sigur okkum, hvaðani høvundurin hevur sínar upplýsingar. Ein bók við ongum heimildum kann ikki fatast sum eitt seriøst verk. Eisini síggjast sitat í støðum við ongum tilvísingum.
Harumframt er ikki serliga neyvt frágingið, tá ið skrivað verður um pápa mín, Esbern Simonsen, ið var bankastjóri í upprunaliga Føroya Banka í mong ár. Hesin banki fór sum kunnugt av knóranum eini 6 ár eftir, at E. Simonsen fór frá vegna aldur.
Esbern Simonsen, ið starvaðist í Føroya Banka í 50 ár og var undirstjóri og síðan stjóri í hesum banka, verður eitt nú lýstur á henda hátt: “Esbern Simonsen hevði eina óvanliga góða yrkisleið í bankanum og gjørdist við árunum eitt allahandafólk í bankanum.”
Orðið “allahandamaður” verður nýtt um ein, ið er hegnigur og tí dugir at gera nógv ymist til hendurnar. So hetta er ein fullkomiliga misvísandi orðing, - ein orðing, ið kann geva ábendingar um, at E. Simonsen t.d. var húsavørður í Føroya banka. Tað kundi í staðin verið nevnt, at Esbern Simonsen hevði framúr gott hegni til bankavirksemi.
Ikki minst kundi tað verið nevnt, at E. Simonsen var stjóri í hesum banka. Tað var leiklutur hansara í Føroya banka, sjálvt um tað eisini var ein danskur samstjóri. Henda skipan varð ikki broytt, fyrr enn H.J. Laursen hevði verið her í eina tíð. Tá fekk hann ígjøgnum, at hansara starv skuldi hava heitið “forstjóri”. So her er heldur ikki nóg neyvt frágingið í frásøgnini hjá J.A. Hansen. Hann nevnir als ikki hesa broyting ella nær hon kom í.
Hetta er eitt óvirðiligt eftirmæli at seta eftir Esbern Simonsen, ið hevði tann avgerandi leiklutin í rakstri bankans í eitt mannaminni og sum megnaði hesa uppgávu framúr.
Harumframt havi eg eina viðmerking til umrøðuna av Hans Jørgen Laursen, ið sum nevnt sat fyrst sum samstjóri og síðan sum forstjóri í Føroya Banka. Hann verður eitt nú umrøddur á henda hátt: “Hann stóð sostatt á odda fyri bankanum í einum tíðarskeiði, har føroyska samfelagið og peningastovnarnir mentu seg við miklari ferð.”
Hetta er at lýsa leiklutin hjá hesum manni í so positivt, tí sum kunnugt var tað “við miklari ferð” í ólukkumát, vita vit nú. Tíverri skundaði H. J. Laursen undir hesa gongd. Tað er ikki nøkur loyna, at hann við sínum óhegni til bankavirksemi virkaði til, at bankin fór av knóranum.
Eg havi bert eina viðmerking afturat. Tað snýr sum um eina orðing á bls. 90, har ið greitt verður frá, tá ið Danske Bank raknaði við sum við kaldan dreym í 1991/92 og settu bankan at kalla undir administratión. Her stendur: “Tá litið verður aftur um bak, kann tað undra, at Danske Bank síðan 1954 ikki hevði havt síni egnu fólk í nevndini í Føroya Banka”. Tað er als einki at undrast á, tí hesin banki hevði verið so væl rikin, at tað var ikki neyðugt. Allir stjórarnir undan H.J. Laursen kendu sær hógv.
So er at spyrja, hví henda bók ikki er nóg neyv og ikki sigur “tingini”, sum tey eru, og fer lætt um týdningarmikil viðurskifti.
Ein orsøk er óivað, at Jørn A. Hansen hevur ikki rætta førleikan at skriva eina slíka bók, tí eyðsæð er, at bankasøgan verður ikki lýst til fulnar og nóg neyvt. Hann hevur ongar royndir sum høvundur og hevur eisini verið í Føroyum sera stutt í mun til tað tíðarskeiðið, ið hann skrivar um. Tað er tí at undrast á, at hann hevur átikið sær hetta arbeiði. Og verri eru teir, ið hava staðið við endan av hesi útgávu.
Tey, ið átaka sær at skriva ein part av okkara søgu, hava eina stóra ábyrgd fyri eftirtíðina, tí tað, ið verður skrivað í eina slíka bók, kemur at standa sum søgulig fakta. Harumframt er ein bók við ongum heimildum virðisleys, tí so ber ikki til at eftirkanna nakrar upplýsingar.
Endamálið við hesi bók er óivað PR. Men skal ein slík bók hava nakað virði sum PR, so má hon vera eftirfarandi. Søgan má skrivast rætt, og tí er neyðugt, at tey, ið átaka sær at skriva eina slíka bók, hava førleika til tað. Alt annað er óprofessionelt.