Nólsoy enn grønari

Komandi summar verður støða tikin til, um ein norðurlendsk royndarverkætlan skal setast í verk í Nólsoy. Gongst sum ætlað, so skal Nólsoyggin fáa allan sín orkutørv frá varandi orkukeldum

Fyri einum mánaði síðani varð ein vindmátari settur upp í Nólsoy, og har skal hann standa komandi árið. Tað er smápartafelagið Røkt og danski granskingarstovnurin Risø, sum standa fyri mátingarnar. Røkt er felagið, sum framleiðir streym úr vindmyllunum í Vestmanna, og letir streymin inn á netið hjá SEV.
Í gjár var ein kunnandi fundur í Nólsoy um orkuverkætlanina. Í Nólsoy eru tey ógvuliga spent uppá hetta, og áhugin sást eisini aftur á fundinum - eini 40 fólk vóru uppmøtt.
Fundurin varð brúktur til at greiða frá ymsum skipanum, sum kunnu gera seg galdandi í mun til orkutørvin í bygdini. Eisini varð komið inn á, hvussu skúlin kann gerast partur av verkætlanini, umframt at fólkið varð kunnað um lokalar royndir við varandi orku sum ískoyti í vanliga húsarhaldinum.

Ein vindmylla til alla oynna
Verkætlanin er skipað í trimum fasum. Fyrsta fasan fór við at velja hvar verkætlanin skuldi vera, kortleggja orkubrúk og tílíkt. Nú eru vit so komin til aðru fasu, og tað var tí Bjarti Thomsen, Bjarni Djurholm, Súsanna Sørensen, Kristen Strømmen, Dávur Juul Magnussen, Hilmar Joensen og Jógvan Thomsen greiddu frá á fundinum í skúlanum í gjár.
Onnur fasan verður millum annað brúkt til at gera vindmátingar og skráseta orkubrúkið í Nólsoy, og her er mann komin fram til, at myllurnar í Neshaganum og omanfyri Vestmanna ikki eru nóg stórar. Tær framleiða 660 watt, men fyribilskanningarnar vísa, at ein mylla, sum klárar at framleiða eitt megawatt helst hevði verið rættara støddin.

Ritan á hydrogen
Tá tosað verður um varandi orku í Føroyum, fellur tosið altíð inn á vindmyllur. Hetta er eisini tað, sum nógv av tosinum snýr seg um í Nólsoy fyri tíðina, men ikki bara. Á fundinum í gjár var eisini hydrogen nevnt sum orkuveitari. Hetta er nakað sum verður mett at verða ógvuliga áhugavert, og víst var til Íslands, har tey í eitt ár nú hava havt bussar koyrandi, sum hava nýtt hydrogen. So mikið ítøkiligt er tað við hydrogentosinum, at Bjarni Djurholm nevndi, at tey í Innlendismálaráðnum høvdu tosað um, at nýggja Ritan, sum skal byggjast í næstum, skal brúka hydrogen.
Og Nólsoyggin fyllir nógv í Innlendismálaráðnum. So mikið nógv, at teir hava sett ein mann at arbeiða við hesum burturav. Tað er Dávur Juul Magnussen, og tað var eisini hann sum saman við einum norðmanni, sum var maðurin aftanfyri fundin í gjár.