Nólsoyingar bjóða inn til Heima konsertir á páskum

Alskyns tiltøk eru kring landið á páskum, hóast hetta eru dagarnir, vit vanliga rópa stillavika. 

 

Eitt stórt tiltak verður í Nólsoy í morgin, leygardag, tá ið nólsoyingar bjóða inn til Heima konsertir. 

 

 

Dagurin verður hildin við konsertum í fleiri ymiskum húsum í Nólsoy, og á verður frá klokkan 16.00 til 23.30, tá ið fyrireikararnir takka fyri seg.

 

 

 

<signature>Nøvnini á Heima 2017 í Nólsoy eru Anna Hudepohl & Angelika Nielsen. Brenna McCormick Jacobsen & Janus á Húsagarði. Elinborg Pálsdóttir, Guðrið Hansdóttir, Hans Andrias, Jensina, Lyon, Marius Ziska, Synarchy og ungi danin Alexander Oscar. </signature>

 

 

Sí meira á Facebooksíðuni, við at trýsta her