Nú má valda friður og næmingurin í hásæti!

Levi Mørk
------------

Eg vil hervið upplýsa tykkum, at eg havi boðað Heðin Mortensen, borgarstjóra, frá, at eg ynski ikki at vera partur av skúlastýrinum hjá Tórshavnar kommunuskúla. Eg haldi, at hetta mál er farið út av sporinum, og her verður politikkur og skúlastýriðsarbeiði blandað saman. Tað ynski eg ikki vera partur av í einum skúlastýri.
Uppgávan má vera at fremja tað besta fyri næmingarnar, og okkara uppgáva í skúlastýrinum er at fremja tað besta fyri næmingin og ikki at fara at klandrast við okkara egnu kommunu, tað er ikki partur av fólkaskúlalógini, sum umfatar skúlastýrisumboðan eftir §50 í fólkaskúlalógini.
Eisini kann nevnast, at eg ikki havi fingið fundarboð til skúlastýrisfundir hjá Tórshavnar Kommunuskúla og seinast kann nevnast, at eg ikki eri partur av at brúka advokatar og annað í stríðnum ímóti Tórshavnar kommunu, sum eisini er í ímóti býráðssamtyktini, sum eg eisini eri ein partur av.
At enda, nú má valda friður og næmingurin í hásæti!
(skjótt fyrrverandi skúlastýrislimur hjá Tórshavnar kommuskúla)