Ætlanin um, at allir 10 flokkar í Havn skuldu byrja í Eysturskúlanum eftir summarfrítíðina er fyribils steðgað. Sambært heimasíðuni hjá Tòrshanvar Kommunu hevur Fiskimálaráðið, í sambandi við viðgerð av kæru, sum partar av skúlastýrinum í Kommunuskúlanum hevur sent, fyribils steðgað allari fyrireiking at skipa nýggju 10. floksskúlaeindina, Nám-x, í kommununi.
Ætlanin hevur verið, at allir 10. floksnæmingar í Tórshavnar kommunu skuldu savnast í Eysturskúlanum.
Arbeitt hevur verið við ætlanini í fleiri ár, og Mentamálaráðið hevur, sum evsti skúlamyndugleiki landsins, hin 14. juli 2008 góðkent ætlanirnar, sum býráðið í samráð við øll skúlastýrini í kommununi hevur samtykt.
Kommunan sigur, at nógvir næmingar hava longu innskrivað seg til nýggja 10. flokk í Eysturskúlanum.
Hóast myndugleikagóðkenning frá Mentamálaráðnum, so dugir kommunan ikki at siga nakað við vissu um, hvørt 10. floksætlanin verður til nakað.
Hetta verður helst greitt um nakrar vikur, tá ið Fiskimálaráðið er liðugt at viðgera kæruna, sigur Tòrshavnar Kommuna.