Nú menn skinkla sum rossaleypar

Tórbjørn Jacobsen

Grein 39 í Stýrisskipan Føroya ásetir, at Løgtingið setur eina tríggja manna nevnd av løgtingsmonnum at hava eftirlit við, at starv landsstýrisins verður útint á lógligan hátt. Í dagligari talu rópt landsstýrismannanevndin.

Av demokratiskum orsøkum hevur tað verið hildin skilagóð siðvenja, at andstøðan mannaði formanssessin. Í hesum valskeiði hevur nógvur ivi tó verið um, hvørt samgongan ella andstøðan stjórnaði eftirlitinum. Somikið politiskt gyrðin hevur formaðurin verið á politiska pallinum, at bara dagsformurin hevur verið avgerandi fyri, á hvørt borðið hann vaggaði ella akslaði síni skinn. At vera andstøðutingmaður og samstundis vera í nevndarvalbólki saman við samgonguni, er trupult, mangan kanska ómenniskjansliga torført, og táið ein fær ambitiøs herðindi á tveimum rossum í senn, tá er skjótt at politiska klovið skræðnar.

Ein kendur danskur bankastjóri skuldi einaferð taka til tey gitnu orðini, um hvussu vítt tað var ímillum rimarnar í føroyska opnahjallinum, at tað sum landsstýrismenn tosaðu um í trúnaði á morgni, var longu djúptøkið kjakevni hjá havnamonnum uppi á konditarínum um middagsleitið. Klassiska rótasúpanin, sum fer í ytstu avkrókar á kókinum.

Nú var landsstýrismálanevndin so komin í stríð við seg sjálva. Hvussu mong kalibur skammbyrsan hevur í sær, sum Sjálvstýrisflokkurin hevur alvápnað sín formann við, er ilt at vita, men sannlíkið fyri, at tærnar eru farnar at fækkast, er stórt, so tíðum hann skjýtur seg sjálvan í fótin í hesum døgum.

Seinasta hendingin er politiskur tragikomikkur, táið hann er bestur. Fyrst leggur Sjálvstýrisflokkurin misálit fram ímóti Bjørn Kalsø - í óðum verki. Ongin livandi sál veit hví, heldur ikki uppskotsstillarin. Misálitið fær eina atkvøðu í tinginum, og konverterast harvið í somu løtu til misálit á landsstýrismálanevndina, ella rættari formann nevndarinnar, sum eigur uppskotið. Tá ruku fleiri tær í svinginum. Ávaringarnar trutu ikki.

Hósdagin var kallað inn til fundar í nevndini, og á skrá var val av nýggjum formanni. Álítandi keldur vilja vera við, Norðlýsið rør eisini framundir tað á heimasíðuni, at Kári P. Højgaard nakað frammanundan hesum, einar tveir dagar sigst, skal hava ringt til Karsten Hansen, har hann boðar honum frá, at hann ætlar at skjóta uttanflokkatjóðveldismannin upp sum nýggjan formann. Fólkafloksumboðið í nevndini sigst eisini at hava verið hugað fyri hesi loysnini í fyrstuni. Karsten tók sjálvandi av tilboðnum, tí harvið fylgdi man siðvenjuni um, at andstøðan stjórnaði neyðuga eftirlitinum við landsstýrinum. Nú hakaði tó í hjá gamla sjálvstýraranum í hinum borðinum. Fólkaflokkurin helt tríggjar topptunaðar fundir um málið í hesum tíðarskeiðnum, og teir vistu sjálvandi, hvørji amboð skuldu brúkast, fyri at tryggja Kjartani Joensen formanssessin, sum aftur kundi steðga øllum eftirliti við landsstýrinum yvirhøvur.

Tummilskrúvurnar vórðu settar inn undir rivjabeinini á Kára. Aðrir nevndarsessir settir í vanda. Serliga Norðurlandaráðið, sum stendur og fellur við stuðlinum frá Fólkaflokkinum. Politikkur er nú einaferð soleiðis samanskrúvaður, at ein gerð er aðra verd. Ymiskt er tó hvussu miklar lakktaskurnar eru í vavi. Kári fekk eitt treytaleyst ultimatum. Annaðhvørt stuðlaði hann samgonguni, í hesum førinum Kjartani, ella rapaði korthúsið, sum stendur á svikaliga samgongufundamentinum.

Fundurin byrjaði eftir døgverða hósdagin. Karsten gjørdi sum rætt var, Kári hevði jú svorið honum trygdareið, hann skjeyt seg sjálvan upp sum formann. Ivaleyst væntaði hann, at alt nú var avgreitt, men so smidliga skuldi tað ikki ganga. Fráfarandi formaðurin skifti púrasta ham, tað tóktiskt einu løtuna, sum fór ein kuldafrontur frá djúpari lægd ígjøgnum fundarrúmið. Hann fór at fússa upp í saman. Nervøsir skjálvtar. Í einar tjúgu minuttir. Og so brast knappliga fyri nevi. Hann spurdi knappliga Kjartan Joensen, um hann ikki hevði kunna hugsað sær at verið formaður nevndarinnar. Tað visti hesin gamli rokskiparin og skilamaðurin úr Leirvík ikki, og hartil var hann heldur ikki í uppskoti. Tá mundi Kári kenna telgimuddarnar hjá Fólkaflokkinum í rygginum, tí nú skjeyt hann brádliga Kjartan upp sum nýggjan formann, og so var den kat slået. Nú hevði hann bjargað samgonguni, sum hann legði misálit á fyri fáum døgum síðani. Paradoksið fullkomið. Fundur annars lokin.

Aftur eitt skot í fótin, og nú kunna tað ikki vera nógvar tær eftir í gomlu sjálvstýrisgalosjunum. Hetta man vera tað, teir gomlu róptu fyri, at skinkla sum rossleypur. At renna undan allari ábyrgd og gjørdum avtalum og ikki minst allari demokratiskari siðvenju, sum í hesum førinum snýr seg um at forða fyri, at samgongan hevur eftirlit við sær sjálvari. Komikkurin steðgaði tó ikki her, tí nú vónar fráfarni formaðurin, sambært egnari heimasíðu í kvøld, at Kaj Leo Johannessen, formaður í størsta samgonguflokki, fer at møta til fundar, sum eykamaður, tað sum eftir er av valskeiðnum. Tvs. at hann eisini hevur reitt ból fyri, at samgongan hevur ein fysiskan meiriluta í landsstýrismálanevndini.

Við hesi manøvru hevur Sjálvstýrisflokkurin gjørt enda á § 39 í Stýrisskipan Føroya. Ein sorgarleikur fyri fólkaræðið. Hóttafall fyri kontinuerligu reinsanina í politiska moralinum. Ein missur fyri andstøðuna nú og komandi. At ryggurin merglýpur og at menn ikki megna ábyrgdina, tann trupulleikan fáa Miðflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og Karsten Hansen onki gjørt við í løtuni. Tann kontanta avrokningin kann bara avgreiðast ímillum viðkomandi og veljaran, táið hann einaferð aftur fær høvið til í einingi at gera sínar viðmerkingar til hetta mest margháttliga politiska málið, av sínum slagi - í nýggjari tíð.

Politiski kannustoyparin hjá Holberg fekk sína renæssancu í lokabrøgdunum hósdagin. Originalurin var so frægur, eftir sannførandi ráðgeving, at hann umsíðir varnaðist, hvørjum gebeti hann átti at húsast í, og hvussuleiðis mansevni hansara gjørdu frægasta virknað í samlaða strevi og menning mannaættarinnar. Kanska fer tað at riva fyri eygunum á kopy´unum eisini. Men tað spyrst nú einaferð bara um livst.