Næmingarnir fáa rokningina

Rok er í Hoydølum í dag, har næmingarnir skipa fyri trappastreyku eftir, at teir í morgun fingu eini óvæntaða rokning frá skúlanum. Í boðunum frá skúlanum verður nevniliga upplýst um eitt nýtt árligt gjald, ið næmingarnir á gymnasialum miðnámi og FHS skulu rinda fyri brúk av undirvísingartilfari, ið er fevnt av nýggju avtaluni hjá Mentamálaráðnum við Fjølrit.


Framyvir skulu næmingar gjalda 250 krónur fyri brúk av undirvísingartilfari, og skal gjaldið í ár gjaldast í seinasta lagi 15. desember.


Hetta góðtaka næmingarnir ikki, og bleiv beinanvegin skipað fyri eini trappustreyku fyri at vísa á ónøgdina. In.fo hevur meira um málið um eina løtu.


Boðini, ið næmingarnir fingu frá skúlanum í morgun, vóru hesi



Til allar næmingar á Glasi í Hoydølum


Fyrr í ár gjørdu Mentamálaráðið og Fjølrit avtalu um, hvussu gjaldast skal fyri nýtslu av vardum verkum – t.d. nýtslu av tekstum og avritum av tekstum og verkum í undirvísingini. Fjølrit er felagsskapur, sum varðar av áhugamálum hjá føroyskum rithøvundum, tónaskøldum, yrkisfotografum, bókaforløgum, miðlafólkum og myndlistafólkum.


Fyri okkum á Glasi merkir avtalan, at allir næmingar á gymnasialum miðnámi og FHS skulu rinda 250 kr. hvørt av skúlaárunum á Glasi.


Tískil skulu allir næmingarnir á Glasi í Hoydølum fara á skrivstovuna á skúlanum í seinasta lagi 15. desember 2017 og rinda 250 kr. fyri undirvísingartilfar.


Gjaldast kann við korti og reiðum peningi í Hoydølum.