Námsvísindadeildin ov lága raðfesting á Setrinum

Í ár eru tíggju ár liðin síðan, at Føroya Læraraskúli varð lagdur undir Fróðskaparsetur Føroyar og gjørdist til Námsvísindadeildina, samstundis sum læraraútbúgvingin varð skipað sum B.Ed í undirvísing. Og rundi ársdagurin er eitt gøtt høvi at eftirmeta broytingar. Tað metir Jacob Eli S. Olsen, næstformaður í Føroya Lærarafelag, á heimasíðuni hjá fakfelagnum.


- Nú eru 10 ár síðan, at læraraútbúgvingin varð skipað á Námsvísindadeildini. Tað er ein rundur dagur og eitt gott høvi at eftirmeta deildina og útbúgvingina. Nýggju lærararnir, ið koma av Námsvísindadeildini, eru dugnaligir. Tað boðar frá, at útbúgvingin og starvsfólkini á deildini eru í lagi. Men eg fýlist á lágu raðfestingina sum Námsvísindadeildin fær frá Setursráðnum. Lága játtanin og manglandi starvsfólk á Námsvísindadeildina gera tað sera trupult at skipa ta góðu læraraútbúgvingina, sum fólkaskúlin og vit øll hava tørv á, skrivar Jacob Eli S. Olsen.


Næstformaðurin vísir millum annað á, at í 2011 hevði Læraraskúlin eina játtan á 23 milliónir krónur, meðan játtanin hjá Námsvísindadeildin er nú væl minni enn 20 milliónir krónur. Hetta hóast umskipanin legði meira arbeiði á undirvísararnar.


- Tá ið læraraútbúgvingin var flutt á Fróðskaparsetrið, so skuldu undirvísararnir, afturat síni undirvísing, granska ein stóran part av síni arbeiðstíð. Tað helt eg vera eina góð broyting, men eisini ein skipan, ið vildi krevja størri játtan, tí nú hava undirvísararnir fleiri uppgávur. Men so er ikki. Í 2011 hevði Føroya Læraraskúli eina árliga játtan á fíggjarlógini á umleið 23 milliónir. Nú fær Námsvísindadeildin væl minni enn 20 milliónir í sín part av samlaðu játtanini til Fróðskaparsetrið, skrivar næstformaðurin.