?Vit heita á partarnar í ósemjuni í fólkaskúlanum um at fara undir samráðingar sum skjótast.
Nú er eisini Skúlaráðið í Havn farið at gera vart við seg um standin í fólkaskúlanum, eftir at teir sáttmálasettu lærararnir løgdu arbeiðið niður mitt í farnu viku.
Týsdagin hevði Skúlaráðið í Havn, sum umboðar ein góðan triðing av føroysku skúlabørnunum og foreldur teirra, fund um støðuna, sum hevur tikið seg upp, aftaná at lærararnir løgdu arbeiðið niður.
Niðurstøðan á fundinum var, at ráðið samdust um at senda Lærarafelagnum, Signari á Brúnni, landsstýrismanni í skúlamálum og Karsten Hansen, landsstýrismanni í fíggjarmálum eina áheitan.
?Sum umboð fyri foreldrini heita vit á partarnar í ósemjuni í fólkaskúlanum um at fara undir sáttmálasamráðingar sum skjótast og at finna eina virðiliga loysn á hesum máli, so at tann kravda undirvísingarskyldan hjá næmingunum verður vird og at næmingarnir fáa teir undirvísingartímar, sum teir eiga eftir lógini.
Í áheitanini minnir Skúlaráðið eisini til viðmerkingarnar, sum tað hevði, tá ið hendan nýggja fólkaskúlalógin varð til viðgerðar.
? Vit vóna, at myndugleikarnir liva upp til sína skyldu á skúlaøkinum og megna at fylla lógarkarmarnar út, so sum ætlanin er við nýggju fólkaskúlalógini.
Skúlaráðið sigur, at tað tekur málið í størsta álvara og at tað vónar eina skjóta og góða loysn.
Ein politiskur spurningur
Egon Øregaard, formaður í Skúlaráðnum í Havn, vísir á, at ráðið hevur ikki myndugleika til at gera nakað sum helst. Og tískil fær Skúlaráðið heldur onki gjørt, uttan at vísa á, hvussu óheppin støðan er.
Hann vísir eisini á, hetta er ein spldurnýggj støða, tí hetta er fyrstu fer, at lærarar leggja arbeiðið niður.
? Tí er tað eitt sindur trupult at vita, hvussu farast skal fram.
Men hann leggur dent á, at Skúlaráðið vil ikki leggja seg út í samráðingarnar sum so og tað vil tí heldur ikki fara í parti við øðrum partinum ímóti hinum partinum.
Og tí hevur Skúlaráðið heldur onga meining um, hvør av pørtunum hevur skyldu at taka stig til at taka samráðingarnar uppaftur.
Sjálvur heldur hann, at ósemjan í fólkaskúlanum er ein politiskur spurningur.
? Eg haldi, at fyrsta treytin fyri, at koma víðari, er, at Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum og Signar á Brúnni, landsstýrismaður í skúlamálum semjast um, hvat hendan nýggja fólkaskúlalógin ber í sær.
Hann heldur, at trupulleikin liggur í, at politikararnir hava samtykt eina nýggja fólkaskúlalóg. Men samstundis hava teir ikki verið til reiðar at seta tann peningin av, sum er neyðugur til at seta lógina í verk.
Egon Øregaard vísir á, at, Skúlaráðið hevur alla tíðina, vita at tað fór at fáa fíggjarligar avleiðingar at seta nýggju fólkaskúlalógina í verk og tað vísti Ráðið eisini á, tá ið lógin var til viðgerðar.
? Tí havi eg ilt við at síggja, hvussu vit kunnu koma víðari, fyrrrenn Signar á Brúnni og Karsten Hansen eru blivnir samdir um, hvat tann nýggja lógin ber í sær. Og fyrrenn teir báðir eru blivnir samdir, fær fíggjarmálastýrið sum so onki gjørt.
? Tí er hetta fyrst og fremst ein politiskur spurningur.
Men við hesum hevur hann tó ikki sagt, at løgtingið eigur at leggja upp í og at enda arbeiðssteðgin við lóg.
Og hann leggur enn einaferð dent á, at hetta er hansara egnu sjónarmið, tí hetta eru spurningar, sum Skúlaráðið ikki hevur viðgjørt.