Nú mugu stóru tøkini takast

Oddagrein:

Stuðlarnir undir vælferðarskipanini eru á dagsskrá. Eftir at tingið fyri jól samtykti fíggjarlógina, hevur tað aftur og aftur verið at hoyrt, at játtanin til vælferðarøkini ikki fer at røkka.

Tørvurin á røktarplássum er akuttur. Heimahjálpin er ikki longur tað, sum hon eina ferð var, og eldra tilhaldini fáa ikki tingini at hanga saman.

Hjá sjúkrahúsunum er neyðugt at spara, misnøgd er í fólkaskúlanum, játtanin til miðnámsskúlarnar er skerd, sparingin í Vinnuskúlanum gongur út yvir uppkvalifisering og upptøku, og á Fróðskaparsetrinum eru allar ætlanir um menning og frambrot lagdar til viks, meðan ætlaða lokomotivið í búskapinum berjist fyri lívinum.

Tað er positivt, at áhugin fyri at taka lut í orðaskiftinum um eitt nú tað, sum er nevnt omanfyri, er so stórur. Tað boðar frá, at týdningarmiklasti parturin av fólkaræðinum – fólksliga orðaskiftið – riggar væl. Seinastu vikurnar hevur áhugin fyri at luttaka á fundum víst seg at vera rættuliga stór, og fráboðanir, yvirlýsingar og viðmerkingar hava verið at sæð um so mangt.

Politikkur og broytingar í lógum og ásetingum er ikki sum at matgera í mikroovni. Tað tekur sína tíð.

Men tað er ein lyklaspurningur, um strongdin og máttloysið, sum seinasta mánaðin er komið til sjóndar í orðaskiftinum ikki eru undirstriking av, at politisku og umsitingarligu skipanirnar ikki hava meiri enn ilt við at finna kós og ferð, sum ber við sær, at tað fer at verða samband millum fíggarlógina og ynskini um varðveiting og betring av valferðarøkjunum.

Ov ofta tykist tað, sum um at samskiftið ikki er nóg gott, og at ymsu partarnir tosa framvið hvørjum øðrum. Og ov ofta kennist tað sum um, at politikarar, fakfólk og ymsu samfelagsligu áhugamálini eru hugað at gera broytingar við tí treyt, at tað, sum júst tey hava ábyrgdina av, skal vera, sum tað altíð hevur verið!

Um ikki so nógvar mánaðir verður farið undir arbeiðið við 2010 fíggjarlógaruppskotinum. Um tað ikki verður farið undir grundleggjandi reformarbeiðið, so verða lógir og ásetingar, sum játtanir skulu grundast á, júst tær somu, sum tær nú eru. Og harvið verður støðan júst tann sama, sum hon er og hevur verið.

Tí er neyðugt, at politiski myndugleikin tekur sær um reiggj. Tað er neyðugt at loysa kommunuspurningin og so mangar spurningar, sum eitt nú hava við spurningin um býtið millum landið og kommunurnar at gera.

Í vikuskiftinum hevur formaðurin í mentamálanevndini spælt út við somu áskoðan, sum formaðurin í Lærarafelagnum fleiri ferðir hevur havt frammi um, hvussu fólkaskúlin skal skipast, og í síðstu viku søgdu fleiri seg vera sinnað at gera royndarskipan við eldraøkinum.

Løgmaður segði í síðstu viku, at 61 uppskot til viðgerð í Løgtinginum verða fyrireikað í aðalráðunum. Vit mugu ganga út frá, at mong teirra hava við hesi viðurskiftini at gera. Tað er nú og júst nú, at stóru tøkini skulu takast, og tað er nú og júst nú, at politikararnir skulu vísa, at tey eru før fyri at trimma okkara vælferðarsamfelag.