Nær eru brøvini afturkallaði?

Tá leiðarin á Heimarøktini sigur í samrøðu við Sosialin, at brøvini viðv. sparingum í Eysturoy av misgávum vóru send út, og at tey ikki eru galdandi, hví hevur ein so sett hesar sparingar í verk?

Fyri einari viku síðani bóðu álitisfólkini í Eysturoy um fund við økisleiðaran, tí at tær høvdu frætt, at tær skilaleysu sparingar, ið vóru settar í verk í Eysturoy, ikki vóru eins um alt landið. Á hesum fundi fingu tær at vita, at har var onki at gera tí at ongir pengar vóru, og at ongi útlit vóru fyri at ein kom at fáa meiri pening.

Hendan niðurstøða, at ein ikki kom at fáa nakra stórvegis meirjáttan er tann boðskapur, ið leiðslan hevur melda út við, at Heimarøktin longu í juli fekk eina meirjáttan uppá 3 mill. er heilt nýtt fyri tey flestu.

Tá ein sigur, at tað ikki er rætt, at sparingar hava rakt skipanina sum heild, so hava vit bert viðgjørt sparingarnar innan okkara arbeiðsøki og kundi eg hugsa mær at frætt um bert eitt øki í landinum innan heimahjálpararbeiði, ið ikki hevur merkt niðurskurð hesi seinastu tvey árini.

Sum eg havi víst á fyrr, so er arbeiði okkara broytt frá at vera vanligt arbeiði til akkord arbeiði hesi seinastu tvey árini. Tá starvsfólk hava fingið álagt eina so stóra eykaarbeiðsbyrðu, at tey ikki klára at arbeiða 40 tímars arbeiðsviku, so er nakað gali.

Tá stovnurin meldar út við, at ein vónar at fáa arbeiðsfrið, so er hettar eisini nakað nýtt. Eg trúgvi neyvan, at nøkur heimahjálp hevur uppliva eina slíka øsing frá leiðsluni sum í summar, orsaka av spariuppskotum, ið eru send út til álitisfólk og starvsfólk, sjálvt um ein greitt hevði fingið at vita, at landsstýrið arbeiddi fyri at finna eina loysn á trupulleikunum. Vónandi verða vit spard fyri slíkt í framtíðini.

At enda kundu vit hugsa okkum, at Heimarøktin í framtíðini byrjar at virða tær avtalur og sáttmálar ið verða gjørdar við okkara felag, tí tá ein ger avtalur og sáttmála við eitt felag, so er meiningin, at báðir partar skulu yvirhalda tað og ikki bert felagið. Bert eitt lítið dømi, sum at senda okkum avrit av uppsagnarbrøvum, ið eru send út her í summar, so hava vit verið noydd at rykkja eftir hesum brøvum, uttan tó so mikið sum at fáa svar.


Tórshavn 31.8.1998

Vegna Heimahjálparafelag Føroya

Ása Djurhuus