Lat tað verða gjørt púra greitt, at politikarar í Suðurstreymi hava ongantíð lagt seg eftir, og skorða undir at fáa tunlar ella samferðslukervið útbygt í útjaðaran. Teir hava verið drignir við og luttóku, eftir at teir mistu endan.
Fara vit eitt sindur aftur í søguna, minnast vit, at bæði Edmund Joensen, núverandi tingmaður og táverandi løgmaður saman við tingmonnum í Suðurstreymi fóru enntá so vítt, at teir í donskum fjølmiðlum niðurgjørdu og mótmæltu, at tað so mikið sum, skuldi hugsast um at gera undirsjóvartunlar. – Tó kláraðu teir ikki at seta fót fyri, heldur ikki við danskari hjálp – tíbetur!
Øll síggja ídag hvussu gott tað var, at hesir afturhaldshugaðu taptu, meðan framtakshugaða fólkið vann. – Vit síggja ídag úrslitið, samstundis sum vit skulu leggja okkum í geyma, at um hesin peningur ikki var brúktur væl, var hann farin í endaleysan rakstur í eitt passiviserað samfelag.
Jóannes og Annika einki at hava tað í
Tá Jóannes Ejdesgaard, fíggjarmálaráðharri og Annika Olsen, landstýriskvinna í samferðslumálum siga, at “Sandoyartunnilin og tunnilin norður um fjall koma, men bara ikki nú”, eiga vit øll at minnast til, at tey hava onki at hava hetta í. Hetta er – milt sagt – bara fyri at kyrra, fyri ikki at kalla tað “at halda fólki uppi við práti”, tí her skal onki henda.
Latið okkum hava í huga, at tær 42.5 mill. krónurnar, sum nú verða strikaðar til Norðoyatunnilin, fara nú í ein ov tyngdan almennan yvirbygning, sum aftur fer at skapa størri rakstrarútreiðslur og samfelagið, sum dag fyri dag missir dynamikk og fer longur út á sjógv.
Føroysku rakstrarútreiðslurnar eru hækkandi meðan íløgurnar liggja niðri ímóti 5 prosentum av fíggjarlógini. Flestu íløgukrónirnar til sokallaðu “bleytu virðini”. Hetta er aftaná at Ejdesgaard hevur sminkað fíggjarlógina við at renna ymist yvir á íløgur, sum veruðliga hoyra undir rakstur.
Tað sæst týðiliga, at politikarar uttanfyri høvuðsstaðin eru meiri og minni útspældir.
So ósamdir sum Jóannes og Edmund mangan eru, eru teir samdur um eitt. Tað er miðsavnan av føroyska samfelagnum.
Havið í huga, at Vágatunnilin og Norðoyatunnilin eru framdir, hesar tunlar sum ongin føroyingur ídag vildi verið fyri uttan, eftir trýsti frá hesum báðum økjum.