Nú rópa teir varskó

Næsta ár verða kanska eingi, ella kanska bara nøkur fá, lesandi tikin inn á Fróðskaparsetri, tí játtanin er alt ov lítil

 

Játtanin til Fróðskaparsetrinum røkkur verri enn so til, og nú rópa rektarin og stýrisformaðurin varskó.

 

Nú Løgtingið viðgerð fíggjarlógina fyri næsta ár, vísa Sigurð í Jákupsstovu, rektari, á Fróðskaparsetrinum, og Ólavur Ellefsen, stýrisformaður á, at játtanin til Fróðskaparsetrið næsta ár, er so lítil, at tað verður neyðugt at seta stórar sparingar í verk.

 

Teir vísa á, at alsamt fleiri ung vilja lesa á Setrinum, og seinastu fýra árini er talið á lesandi á komið upp um 1000, sum er ein vøkstur upp á næstan  60 prosent. Samstundis eru sjey nýggjar útbúgvingar settar á stovn, og tað er sannlíkt, at tað kunnu verða 1500 lesandi um fá ár.

 

– Men hóast stóra vøksturin í talinum á lesandi og útbúgvingum, er játtanin til Fróðskaparsetrið bara økt 27 prosent í sama tíðarskeiði.

 

Í heildarætlanini um -fólkaflyting og fólkavøkstur frá 2013 er tað fyrsta tilmæli, at játtanin til Fróðskaparsetrið verður hækkað 33 milliónir upp í 100 milliónir frá 2014 til 2016.

 

Í sambandi við fíggjarlógina fyri næsta ár, gjørdi Fróðskaparsetrið vart við, at fyri at halda verandi virksemi er neyðugt við eini játtan upp á 94,6 milliónir, men tað standa bara 87,4 milliónir á fíggjarlógini, ella einar sjey milliónir minni enn tað, stovnurin setti fram sum neyðugt fyri at halda verandi virksemi - og næstan 20 milliónir minni enn tað, sum er neyðugt fyri at menna virksemið hjá Fróðskaparsetrinum á haldgóðan hátt.

 

– Úrslitið er, at Fróðskaparsetrið er komið í eina støðu, har tað ikki bara er ógjørligt at tryggja framhaldandi menning, men eisini at verandi virksemi er álvarsliga tarnað.

 

Verður játtanin til Fróðskaparsetrið ikki hækkað, merkir tað, at ein av høvuðsstuðlunum undir varandi framburði og fólkavøkstri í Føroyum er álvarsliga hóttur.

 

Ein avleiðing kann verða, at Fróðskaparsetrið heilt, ella partvíst, má halda upp at at taka lesandi inn næsta ár, siga rektarin og stýrisformaðurin.