Nú ræður um at fara ígongd

Nýggi formaðurin í landsstýrismálanevndini ætlar ikki at gera, sum Tórbjørn Jacobsen vil hava hann at gera

- Málið um skúladepilin í Hovi er avgreitt og nú ræður um at fara ígongd.
Kjartan Joensen, løgtingsmaður, er formaður í Landsstýrismálanevndini, sum hevur eftirlitið við landsstýrinum.
Í farnu viku samtykti Løgtingið at játta 14 milliónir afturat til at byggja skúladepilin fyri, so at kostnaðurin verður 74 milliónir í staðin fyri tær 60 milliónirnar, sum byggingin upprunaliga varð mett at kosta.
Andstøðan í Løgtinginum við Tjóðveldisflokkinum á odda, var so misnøgd við framferðina í málinum, at Tórbjørn Jacobsen, tingmaður fyri Tjóðveldisflokkin, skeyt upp, at landsstýrismálanevndin tók málið upp til kanningar.
 
Nú er at fara ígongd
Men tað ætlar nevndin ikki at gera.
Kjartan Joensen, sum kort síðani hevur tikið við sum formaður í nevndini, eftir at Kári P. Højgaard segði seg frá, ger greitt, at hann ger ikki meiri við málið.
- Hjá mær er hetta málið liðugt og nú ræður bara um at fáa skúlan bygdan sum skjótast, sigur hann.
Nývaldi formaðurin í landsstýrismálanevndini sigur, at tað tænir ongum endamálið at seinka hesum málinum enn meiri.
- Skal málið bjóðast út av nýggjum, gongur aftur tað mesta av einum ári, til byggingin kann fara ígongd. Og tað munnu vera fá, sum høvdu verið fegin, verður málið seinkað enn meiri, sigur hann.
Men nú sigur Tjóðveldisflokkurin, at eitt er, at áhugin at byggja skúlan fyri 60 milliónir er lítil. Men høvdu føroyskar fyritøkur vitað, at karmurin er 74 milliónir er tað ein heilt onnur søga, tí so høvdu fleiri fyritøkur verið áhugaðar at fingið arbeiðið og tí eigur skúlin at bjóðast út? 
- Ja, tað halda summi. Onnur halda, at tað einasta, vit høvdu fingið burturúr hesum, er, at skúlin verður seinkaður enn meiri og at hann kanska enntá hevði verið en dýrari.
Kjartan Joensen vísir á, at hetta seinasta árið er bara byggitilfarið dýrkað eini 20%.
- So tað er ikki ónatúrligt, at skúlin er dýrkaður 14 milliónir afturímóti metingini, upp á 60 milliónir, sum varð gjørd á sinni.
- Tí dugi eg illa at ímynda mær, at skúlin hevði verið bíligari, skuldu vit bíða tað mesta av einum ári afturat.
 
Eiga at fegnast
Hann leggur afturat, at tað er ein politisk avgerð at flyta skúlan.
- Avgerðin er fallin og nú ræður um at fáa skúlan bygdan, so at suðuroyingar fáa ein nýggjan skúla.
Nú eru tað eisini handverksmeistarar, sum halda upp á, at skúlin skuldi verið útsettur, til tað var klárt at fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroya?
- Hvør veit, nær vit fáa útlendingar til Føroya, sum ikki skulu hava somu sømdir og somu lønir sum føroyskir handverkarar og føroysk arbeiðsfólk?, spyr Kjartan Joensen.
Hann vísir eisini á, at tað eru fleiri føroyskar fyritøkur, og eisini fyritøkur í Suðuroy, sum skulu vera við í byggingini sum undirveitarar.
- Og eg veit ikki, hví vit ikki skulu fegnast um tað, heldur enn at taka arbeiðið frá teimum og geva útlendingum tað, sigur formaðurin í Landsstýrismálanevndini.
- Eg haldi, at Suðuroyingar skulu fegnast um, at nú er klárt at fara undir at gera skúlan, leggur hann afturat.