Nær vaknar Føroya Reiðarafelag

Nú sáttmálasamráðingarnar ímillum Maskinmeistarafelagið og Føroya Reiðarafelag eru við at byrja, er tað undrunarvert at síggja útkastið frá Føroya Reiðarafelag. Talan er um eina forverring av verandi sáttmala, so tað rungar eftir í.

Føroya Reiðarafelag kennir neyvan til støðuna (ella vil ikki kennast við hana) sum er í flotanum í dag. Ein stórur partur av flotanum siglir uppá undantaksloyvir til maskinmeistararnir.


Hví er støðan sum hon er

Allastaðni rundan um okkum er gongdin tann, at bjóðað verður føst løn + bonus við skipaðari frítíð.

Her heima er gongdin beint tann øvugta, so tað er vælskiljandi at okkara maskinmeistarar leita aðrar leiðir, serliga tá ið hugsa verður um at vit nú skriva ár 1999 og Føroya Reiðarafelag krevur longri útmynstring við lægri løn.

Hevur ein lisið blaðið »Fiskaren« ta seinastu tíðina, so er næstan ikki blaðið sum fer afturum, sum ikki ávarar um vandan viðvíkjandi manglandi maskinmeistarum í Noregi. Eitt nú nevna teir at tað verða útbúnir 386 hetta árið, ímeðan eftirspurningurin frá flotanum er yvir 1000 árliga.

Ein grund fyri hendan stóra tørvin er, at Noreg er í ferð við at rudda upp í flotanum, soleiðis at altjóða krøv verða hildin.

Hvør kemur at levera fólk til norska flotan, sum bjóðar góða løn + stuttar útmynstringar? Kanska menn sum lúka allar altjóða treytir og sum verða settir niður í løn + longri útmynstring!


Hvat gera vit

Maskinmeistarafelagið hevur sæð trupulleikan fyri langari tíð síðani. Felagið hevur vent sær til Føroya Reiðarafelag fyri at royna at loysa hendan trupulleikan við uppskot um fastlønar- og frítíðarskipan, sum peningaliga byggir uppá verandi sáttmála, t.v.s. at skipanin er ein sokallað »null loysn«.

Maskinmeistarafelagið tykist, sum um hendan vinarhondin ikki hevur áhuga hjá Føroya Reiðarafelag, við øðrum orðum, teir eru ikki vaknaðir enn.

Kanska teir fyrst vakna tá teir eru »gingnir plankan fult út« og liggja hjálparleysir í køldum sjógvi.