Nú leygardagin fer Bjørk Herup Olsen at luttaka í NM-kapping á Østerbro Stadion í Keypmannahavn. Hon skal luttaka á 10.000m-teininum, sum hon fyri seks vikum síðani setti met á í kapping í North Carolina, USA, við tíðini 36.58,27 min.
Uttan mun til hvussu úrslitið hjá Bjørk verður, so fer hon at skriva søgu. Hon verður nevniliga hin fyrsti føroyingurin, sum á pappírinum fer at umboða Føroyar í einari millumtjóðakapping í frælsum ítrótti.
Frælsur Ítróttur Føroya var í fjør á fundi við Dansk Atletikforbund. Tey fingu fatan av, at tað verður trupult hjá Føroyum at fáa limaskap í altjóða samgonguni IAAF, men hinvegin gjørdust føroyska og danska sambandið samd um, at Føroyar høvdu uppiborið eitt undantaksloyvi, soleiðis at føroyskir luttakarar luttaka sum føroyingar í norðurlandakappingum. Hetta tók danska sambandið upp á fundi við hini norðurlondini, og har var undirtøka fyri hesum, soleiðis at føroyingar innan frælsan ítrótt ikki longur umboða Danmark í millumtjóðakappingum.