Nú riggar netsølan

Nú ber tril at keypa atgongumerkir til konsertina hjá Elton John í Føroyum. Ætlandi skuldi netsølan byrja í morgun, men øskurokið úr Íslandi forðaði hesum. Fyrr í dag søgdu umboð fyri fyrireikararnar soleiðis við Portalin:

- Vegna sera nógv trýst á servarar hjá okkara veitara í Danmark í dag, so virkar netsølan ikki enn. Hettar kemst av at tað eru somu servarar og fyritøkur, sum flogfeløgini og floghavnirnar í Danmark brúka. Eldgosið í Íslandi hevur gjørt at øll flogferðsla í Skandinavia er fyribils avlýst, og tískil sita nógv ferðafólk og hyggja inn á hesar heimasíður. Øll ferðslan á servarunum hevur ført við sær, at servarin er óvirkin, siga fyriskipararnir.

Nú letur til, at rættlag er komið á aftur, og til ber nú at ogna sær atgongumerki á netinum til konsertina við Elton John á Tórsvølli í juli.