Bandakríggið í Keypmannahavn rakti enn ein ósekan persón í gjárkvøldið, tá ein 39 ára gamal persónur bleiv raktur av einum skoti í beinið. Tað upplýsir TV2 í morgun.
- Talan er um tveir menn, ið hava skotið eitt ókent tal av skotum frá einari prutl, sigur Thomas Tarpgaard, vaktleiðari hjá løgregluni í Keypmannahavn.
Viðkomandi var staddur uttanfyri Heimdalsgade 28, tá ið hann bleiv raktur av skotinum. Hann bleiv koyrdur á sjúkrahúsi, har hann fekk viðgerð fyri skaðan, upplýsir løgreglan fyri TV2.
Enn einaferð tykist eisini, at talan er um ein persón, ið einki tilknýti hevur til stríðandi partarnar, tó at løgreglan metir, at skottilburðurin er partur av stríðnum millum bólkin Loyal to Familia og bólkar, ið halda til í Nordvest og Mjølnerparken.
TV2 upplýsir, at talan er um sætta dagin á rað, at ein skottilburður er á Nørrebro, og at talan er um 26. skottilburðin síðan 13. juni.