Útisetar
Seinastu tríggjar maðnaðarnar ella so hevur verið sent frá føroyska Nærvarpinum í Keypmannahavn. Nærvarpið hevur annars ligið stilt stóran part av árinum, verður sagt í tíðindaskrivi, sent er um dagarnar.
Umframt at senda tíðindi, tónleik, samrøður við fólk og sovorðið, sum vanliga hoyrir útvarpi til, plagar Nærvarpið eisini at skipa fyri ymsum tiltøkum í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Eitt nú dansi og ikki minst teimum árligu jólaheilsunum.
Komandi leygarkvøld, tann 30. november, verður skipað fyri dansikvøldi í Føroyahúsinum, har orkestur mannað við føroyingum búsitandi í Danmark fer at spæla.
Teir fýra tónleikararnir eru Eyðun Nolsøe, Pætur við Keldu, Leivur Thomsen og Agnar Lamhauge, siga tey í tíðindaskrivinum frá Nærvarpinum.
Atgongumerkini fara at kosta 80,- krónur, og kunnu keypast í forsølu í kaffistovuni, eins og eisini verður møguligt at keypa tey við dyrnar leygarkvøldið.
Sum vanligt er, tá slíkt tiltøk eru í Føroyahúsinum, verður portrið afturlatið á midnátt.
Jólini nærkast, og fólk fara so smátt at koma í jolahýri. Hjá teimum, sum burturi eru, fer hugurin at leita heimaftur, og tann 15. december fara tey í Keypmannahavn at senda jólaheilsur úr Føroyahúsinum. Tað er eisini Nærvarpið, sum skipar fyri.
Byrjað verður at taka upp í Føroyahúsinum klokkan 15.00 seinnapartin. Umframt upptøkurna, sum sendar verða Útvarpi Føroya, verður eisini upplestur av onkrari barnasøgu hendan seinnapartin í Føroyahúsinum, siga tey frá Nærvarpinum í tíðindakskrivinum.
Nærvarpið sendir fríggjakvøld 20-21.30 og sunnudag 13-15 á FM 91,4 MHz og á FM 98,8 MHz. Tað hoyrist í Keypmannahavnarumráðnum.
E-mail adressan hjá Nærvarpinum er: [email protected] og tlf/fax 0045 33 22 84 01.