Nú sær svart út hjá 07 Vestur

1.DEILD: Við sigri í toppdystinum legði KÍ seg av álvara á bronsukós

Tað letur til, at eingin flyting verður millum bestu og næstbestu deildina.

07 Vestur var gestur hjá KÍ, og gestirnir fóru umvegis tveir undirsjóvartunlar og tríggjar aðrar tunlar vesturaftur við tapi í viðførinum.

KÍ var frammanfyri 1-0, tá ið tað var hálvleikt, og KÍ vann 3-1. Úrslitið ber við sær, at KÍ er á bronsuplássi við 44 stigum og 07 Vestur er á fjórða plássi við 41 stigum. KÍ hevur spælt 22 dystir, og 07 Vestur hevur spælt 24 dystir.

Einasta málið í fyrra hálvleiki skoraði KÍ miðverjin Jens Joensen.Hjalgrím Elttør sendi við frísparki innfyri úr høgru, Jonn Johannesen vann luftdystin og so var Jens Joensen á rætta staðnum í røttu løtuni.

Ein tími var farin, tá ið 07 Vestur javnaði. Dómarin bríkslaði fyri brotssparki, tí hann metti, at Jens Joensen hevði felt 07 Vestur liðformannin Høgna Egilstoft Nielsen. Høgni avgreiddi sjálvur úr ellivu metrum og so var 1-1.

Sjey minuttir seinni legði Darius Lewis við fínum skoti KÍ framum aftur, eftir at Hjalgrím Elttør hevði spælt hann leysan, og lítla løtu seinni staðfesti eyðsýndi Hjalgrím Elttør eftir fínt einmansavrik 3-1 heimasigurin.

Týskvøldið skal KÍ spæla útsetta heimadystin ímóti HB. Leygardagin eigur KÍ heimadyst ímóti NSÍ, og 07 Vestur skal spæla á útivølli ímóti Skála.

Fleiri ÍF spælarar vóru millum áskoðararnar í góðveðrinum í Klaksvík seint seinnapartin, og teir fóru til hús aftur við góðum útlitum fyri, at teir eisini næsta ár fara at spæla í bestu deildini, hóast teir eftir øllum at døma fara at enda aftast í bestu deildini.