Nummar eitt av triðja undanumfarið gjørdist Birgit K. Eliasen við sanginum " When you believe" og nummar tvey bleiv Hjørdis Nesá við sanginum "Du er den som jeg vil ha´".
Nú eru som nevnt øll undanumførini av, og luttakararnir sum eru komnir víðari fara stundisliga og dúgliga at venja tey nýggju føroysku løgini sum eru gjørd til finaluna og eina nýggja barnafløgu sum eftir ætlan kemur út áðrenn Ólavsøku.
Tað sum vit kunnu avdúka um fløguna er, at her er talan um eina sera øðrvísi barnafløgu-útgávu, har góðar kreftir innan tónasmið hava lagt orku í at fáa so dygdargóða sum til ber.
Finalukvøldið verður eisini okkurt annað gott á skránni. Tá koma tey bæði Angela og Hannibal á vitjan. Tey fara at hava framførðslu í steðgunum.
Finalu-luttkararnir eru: Birgit K. Eliasen, Hjørdis Nesá, Marita Thomsen, Oddvør E. Dam, Jónvør Niklasen og Jón á Steig.
Fyrireikararnir vilja takka høvuðsstuðlinum Føroya Banki, og øllum teimum børnunum sum hava luttikið í Nósabarnaprix 2005. Vónandi fáa vit eina góða og spennandi finalu í Mentanarhúsinum í Fuglafirði á varmakeldu tann 2. juli.
Nósabarnaprix 2005