Nú skal bera ella bresta hjá AaB

Hóskvøldið spælir felagið hjá Jón Róa Jacobsen og Súna Olsen seinnu hálvfinaluna í steypakappingini, og nú skal kappingarárið bjargast, má liðið vinna fyri fyrstu ferð í ár

AaB skal vinna ein dyst fyri fyrstu ferð í ár, um felagið ætlar sær í donsku steypafinaluna í fótbólti, sum verður spæld Kristi Himmalferðardag.
Hóskvøldið spælir AaB seinnu hálvfinaluna ímóti Randers FC á heimavølli, og eftir 0-0 í fyrra dystinum, skal AaB nú vinna. Randers spælir í næstbestu donsku deildini, og tí er felagi hjá Jón Róa Jacobsen og Súna Olsen favorittur til dystin hóskvøldið.
Málmaðurin og liðformaðurin hjá AaB, Jimmy Nielsen, vónar, at áskoðararnir av álvara fara at stuðla liðnum til týdningarmikla steypadystin.
 Hetta er týdningarmesti dysturin hjá okkum í ár, og bæði vit á vøllinum og øll rundan um vilja so gjarna í steypafinaluna og vinna hana, sigur Jimmy Nielsen við heimasíðuna hjá AaB.
 Nú er tað av álvara, at spælarar og áskoðarar skuu vísa, at vit standa saman, tí tað verður brúkt fyri øllum stuðli, sum vit kunnu fáa í hesum dystinum, sigur hann.

Skulu upp í ferð
AaB hevur ikki megnað at vunnið ein dyst í superliguni, síðani kappingin byrjaði aftur í mars mánaði. Seks javnleikir hevur liðið úr Aalborg megnað at skravað saman, men fyrsti sigurin bíðar framvegis.
 Eg rokni við einum sera hørðum dysti ímóti Randers, men vit skulu brúka høga leikferð, sum er størsti munurin ímillum superliguna og 1. deild. Vit skulu seta okkum á dystin og spæla skjótt, sigur Jimmy Nielsen.
AaB-venjarin Erik Hamrén hevð ikki tikið spælararnar út til dystin, tá ið vit høvdu evstamark á blaðnum fyrr í dag, men roknað verður við, at bæði Súni Olsen og Jón Rói Jacobsen verða við í hópinum.