Nú skal busskoyringin í Havn aftur broytast

Men tað er eitt puslispæl, tí broyting á einari rutu fer eisini at ávirka aðrar rutur

 

Nú skal Bussleiðin í Havn leggjast um. Tað sigur Jákup Dam, formaður í Teknisku nevnd hjá býráðnum.

Á býráðsfundi hóskvøldið vildi Bjørg Dam, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, hava leiðsluna í býráðnum at greiða frá, hvørjar ætlanir eru við Bussleiðini.

Nýliga er Bussleiðin er nógv broytt, men Jákup Dam, formaður í Teknisku nevnd hjá býráðnum, sigur, at síðani er ferðaætlanin endurskoðað fyri at vita, hvussu hin riggar.

Tað skerst ikki burtur, at tey hava fingið fitt av klagum um ferðaætlanina, men Jákup Dam, sigur, at nú verða klagurnar kannaðar, og endamálið er at broyta ferðaætlanina fyri at nøkta tørvin betur.

Og hann sigur, at ætlanin er at seta broytingar í verk um einar tríggjar, ella fýra vikur.

Hann sigur, at enn er ringt at siga, hvørjar broytingar verða gjørdar, tí hetta er eitt rættiligt puslispæl at fáa at ganga upp.

Hann vísir á, at hvørja ferð ein ruta verður broytt, ávirkar tað aðrar rutur, og kynstrið er at fáa alt at ganga upp. Men kynstrið er eisini at fáa alt at ganga upp, uttan at Bussleiðin skal kosta meiri, tí ætlanin er ikki at útreiðslurnar til hana skulu hækka.

Men hann sigur, at ein broyting, ætlanin er at gera, er, at Bussarnir skulu koyra niðan eftir Løgmannabreyt í staðin fyri oman eftir, sum teir koyra nú, og tað er fyri at ganga ynskjum frá skúlum og stovnum har um vegir á møti.

Ringleiðin skal byrja fimm minuttir fyrr um morgunin fyri at hann skal lukkast tvær ferðir út á Glasir, áðrenn skúlin byrjar, men herumframt verða so eisini aðrar tillagingar.

Jákup Dam sigur, at í heyst er so ætlanin at gera eina nøgdseminskanning í heyst fyri at vita, hvat tey, sum brúka Bussleiðina, halda um hana.

Fólk hava eisini gramt seg um, at steðgipláss eru tikin burtur áðrenn endaliga ferðaætlanin er løgd, men Jákup Dam sigur, at tað er fyri at fólk ikki skulu mistaka seg, og stilla seg við steðgistøð, sum ikki verða brúkt, at bíða eftir bussi og tá ið ferðaætlanin er løgd, verða steðgiplássini sett upp aftur.

Odd Færø Býráðslimur heldur, at tá hevði frægara loysnin verið at frámerkt tey steðgiplássini, sum ikki verða brúkt fyri at sleppa undan at gera arbeiðið tvær ferðir.