Nú skal føroyska fullveldið vera annað enn orð

Samráðingaruppleggið við danir skal viðgerast í tinginum, og løgmaður vil hava breiða undirtøku fyri tí

Fyrstu stigini til at ítøkiliggera orðingarnar í samgonguskjalinum um føroyskt fullveldi skulu takast í fyrra partinum av hesari tingsetuni.

Hesum boðaði Anfinn Kallsberg, løgmaður, frá í sínari fyrstu ólavsøkurøðu. Hann kallaði stigini á sjálvstýrisleið fyri høvuðssetningin hjá landsstýrinum og vísti til, hvussu tað í samgonguskjalinum er orðað, at ætlanin skal fremjast:

?Ein partur snýr seg um at fyrireika og samráðast við donsku stjórnina um ein samstarvssáttmála landanna millum, sum tvey sjálvstøðug lond, eins og Ísland og Danmark í 1918. Herundir skal samráðast við stjórnina um eina búskaparliga og fíggjarliga skiftisskipan.

Ein partur snýr seg um at gera eina grundlóg fyri Føroyar.

Og ein partur snýr seg um at gera føroyskar skipanir á øllum málsøkjum í føroyska samfelagnum, at meta um fíggjarligan tørv, lóggávutørv og umsitingarligan tørv, og ikki minst at gera búskaparligar ætlanir og framrokningar fyri einum sjálvberandi føroyskum búskapi?.

Hetta segði løgmaður í røðuni, og í øðrum parti av framløguni, sum bara var skrivlig, verður lagt afturat, at ?Beint eftir ólavsøku verður uppskot lagt fyri løgtingið at skipa Føroyar sum fullveldi. Uppskotið skal reika fyri samráðingum við donsku stjórnina um ein sáttmála, ið skal staðfesta Føroyar sum fullveldi og áseta framtíðarsamstarvið við Danmark. Harafturat verður samráðst um eina fíggjarliga og búskaparliga uppgerð og skiftissskipan landanna millum?.


Leikluturin hjá løgtinginum

Tað tóktist løgmanni týdningarmikið at undirstrika, at prosessin skal ganga fyri seg so alment, sum tað ber til:

?Lyklaorðini í hesum arbeiði eru fyrireiking, kunning og demokratisk viðgerð. Føroya løgting viðger øll mál og ger av, hvørjar broytingar skulu gerast. Harafturat hevur samgongan bundið seg til, at uppskot til nýggjan sáttmála við Danmark og uppskot til eina føroyska grundlóg verða send til fólkaatkvøðu í Føroyum.

Til tess at fyrireika hesi stóru stig eru sjálvstýrismál eitt nýtt málsøki í landsstýrinum, og landsstýrismaður er settur til hetta mál burturav. Fyrireikingarnar eru byrjaðar, og fyrsta uppskotið um framtíarstøðu Føroya verður lagt fyri tinmgið eftir ólavsøku?, segði løgmaður í sjálvari røðuni.


Vítt samstarv

Anfinn Kallsberg, løgmaður, sigur við Sosialin, at tað er sera týdningarmikið, at talan verður um eina breiða semju, og tað vil siga, at landsstýrið fer at gera nógv fyri at fáa andstøðuna at taka undir við uppskotinum:

? Eg rokni við einum góðum orðaskifti, tá fyrsta uppskotið um heimildina at samráðast við danir kemur fyri tingið nú beinanvegin. Uppleggið til samráðingarnar verður liðugt seinni í ár, og tað er ætlanin hjá okkum, at løgtingið skal viðgera uppleggið í einum aðalorðaskifti, áðrenn vit fara at tosa við danir.

Løgmaður undirstrikar týdningin av, at politiska semjan er so mikið breið, at tað kann roknast við, at fólkið tekur undir við málinum, tá tað fer til fólkaatkvøðu. Hann sigur seg væl vita, at andstøðan fer at krevja síni merki sett á uppskotið, um hon skal taka undir við tí, men hett skal roynast:

? Hetta er politikkur, og slíkt arbeiðið er bæði torført og týdningarmikið.

Hugsar tú um nakran serligan andstøðuflokk, sum tú vilt hava at taka undir við tykkum?

? Tað skal standa øllum í boði. Javnaðarflokkurin eigur formannin í uttanlandsnevndini, og sjálvandi er tað eisini týdningarmikið, at fáa tann flokkin við í arbeiðið, sigur Anfinn Kallsberg, sum endaði røðuna við at siga, at hann fór at bjóða løgtinginum ? samgongu og andstøðu ? til eitt týdningarmikið og avgerandi samstarv við eitt vegamót í framtíðarstøðu Føroya.

Finnbogi Ísakson, løgtingsformaður, boðaði frá, at løgmansrøðan kemur til umrøðu á tingfundi týsdagin 4. august klokkan 10. Tað verður roknað við, at umrøðan fer at taka í hvussu so er tveir dagar.

Umframt umrøðuna av røðuni hjá løgmanni er til viðgerðar val av tveimum limum og tveimum eykalimum í Norðurlandaráðið. Jógvan við Keldu og Dan R.Petersen hava síðani valið umboðað Føroyar í ráðnum. Framløga er eisini á skránni.

jh