Nú skal fiskiveiði føroyinga gerast "burðardygg"!!??

Landsstýrismaðurin í fiskiveiðiveiðumálum hevur nú sent tilmæli til løgtingið um ávísar minkingar í veiðimøguleikunum hjá ávísum veiðibólkum. Endamálið er sjálvsagt, at vit ikki skulu taka grundarlagið undan okkara tilverugrundarlagi!

Sjálvt endamálið er væl skiljandi!
Men byggir grundarlagið á haldgóða vitan um støðuna?
Tað siga tey!
Uttan at vera fiski- ella útróðrarmaður við kunnleika um støðuna á grunnunum, so kenni eg eitt sindur til, hvussu veiðinøgd og slag skilir seg, tá dagurin at enda er!
Fiskidagarnir hjá smábátum skulu fækkast, tí hesir veiða so nógv av smáum fiski. Ikki tí rúgvan er so stór, men tí hesin parturin telir so nógv í samlaðu veiðuni av smáum fiski!
Men ger tað nú tað?
Er tað nakar við ábyrgd, ið ger sær greitt, hvar hesin smái fiskur hjá størri førum endar, burtursæð tí, ið smábátar landa? Neyvan! Tað sæst ikki á skriviborðinum, og so er ongin vitan! Men tað sæst umborð undir brúgvaveingjunum og í handlunum, ið selja smáan ræstan fisk!
Ráðgevingin kemur frá fólki við egináhugamálum, og frá fólki við ongari vitan um veruleikan!
Landsstýrismaðurin styðjar seg til "Servitanina", men hvussu er hon samansett?
Uttan at vera nóg kunnugur, so vil eg halda fast við, at veiðan hjá smábátum er so avmarkað, orsaka av bátastødd, veðri, vindi og streymi, at hesi kunnu ikki vera nøkur hóttan!
Einasta viðmerking, eg havi sæð frá monnum við kunnugleika, er frá Henrik Old.
Ætlaða avmarkingin er enn eitt horn í síðuna á smærru samfeløgunum í landi okkara, ið partvís hava útróður sum livibreyð og ítriv.
Eg havi sagt og hildið fast um, at føroyar sum eitt valdømi vildi føra til, at skúlaði fólk við ongum praktiskum kunnleika fóru at stýra landinum. Tíverri havi eg fingið rætt!
Løgtingslóg sigur, at "fiskatilfeingið" er ogn føroya fólks!
Hvat skilst við hesa orðing?