- Nú skal Fjørðuvegurin í Runavík fremjast

Uppskot til verklagslóg er nú gjørt, soleiðis at Fjørðuvegurin í Runavík kann gerast

Uppskot til verklagslóg er nú gjørt, soleiðis at Fjørðuvegurin í Runavík kann gerast. Landsstýrismaður í samferðslumálum, Heðin Mortensen, hevur í dag havt fund við Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóra í Runavík. Samferðslumálaráðið skrivar, at uppskotið til verklagslóg verður lagt fyri Løgtingið.

 

Heðin Mortensen, landsstýrismaður, sigur: ”Vit hava í dag gjørt semju um, at Fjørðuvegurin í Runavík nú skal fremjast. Hetta er positivt, tí nú kemur gongd á. Ferðslan á landsvegnum á Glyvrum og Lambareiði verður nakað tyngri”.

 

Tá Eysturoyartunnulin letur upp, verður pendlaraferðsla til Eysturoyartunnilin, tvs. úteftir heldur enn inneftir fjørðinum.

 

Fjørðuvegurin hevur verið ávegis í fleiri ár. Kommunan hevur bygt nakað av vegnum fram við fjørðuni, so hvørt tørvur og játtan hevur verið til tað. Í 2019 játtar landið 4 mió. kr. til at projekterað Fjørðuvegin, og alt er tikið við í verklagslógina. Nakað av tungari ferðslu verður á Fjørðuvegnum.

 

Lastbilaferðslan er í dag 7% á Gøtueiði og 5% á Lambareiði. Um vit siga, at hon verður 7% eftir Fjørðuvegnum, er talan um umleið 500 lastbilar um dagin, ella 250 lastbilar í hvønn rætning. Inni í Runavíkini, og við Skúlan við Løkin veksur ferðslan. Tó ber til at gera trygdartiltøk ella smáar umleggingar, so skúlabørnini fáa eina trygga farleið.