Nú skal Løgtingið taka støðu til ein ógvuliga umstríddan spurning

Skulu vit hava eina skipan, har almenn starvsfólk skulu kunna boða frá óregluligum viðurskiftum á stovnum – og vera dulnevnd, tá ið tey gera tað. Samstundis skulu serlig fólk setast at viðgera slíkar fráboðanir. Tað er spurningurin Løgtingið nú skal taka støðu til. Men hvat úrslitið verður, er ringt at meta um, tí Løgtingið er í tvíningum í hesum málið.

 

Spurningurin hevur nú verið til viðgerar í Fíggjarnevndini og eisini hon er farin í tvíningar. Meirutil í nevndini, sum eru teir fýra tingmenninir fyri andstøðuna, Bárður á Steig Nielsen, Jacob Vestergaard, Bill Justinussen og Kristin Michelsen, halda ikki, at tað er neyðugt við eini slíkari skipan – eini varskógvaraskipan, sum tað nevnist á føroyskum.

 

Teir siga, at loyalitetur ber í sær, at starvsfólk hava altíð skyldu til at fara til sín sín nærmasta leiðara, og eiga ikki at fara uttan um hann. Annars hava álitisfólkini skyldu til at ansa eftir, at lógir, sáttmálar, fyriskipanir verða hildin.

 

– Sostatt hava starvsfólk bæði rætt og skyldu at boða frá. Harumframt eru fleiri aðrir møguleikar. Tey kunnu skriva til Løgtingsins umboðsmann, tey kunnu skriva til Landsgrannskoðaran, tey kunnu fara beinleiðis fakfelag, tey kunnu biðja onkran journalist biðja um alment innlit, ella tey kunnu kanska fáa eitt tingfólk at seta fram fyrispurning, siga tey fýra í meirilutanum.

 

– Ein stórur partur av tí, sum fólk halda, at varskógvaraskipan skal brúkast til, er frammanundan fevndur av vanliga, og sera víða, talifrælsinum hjá hvørjum einstøkum, siga tey. Og tí halda tey ikki, at tað er neyðugt við eini serligari, almennari umsiting afturat at viðgera fráboðanir av hesum slagi

 

Tað er minnilutin, sum eru umboðini fyri samgonguna, Ruth Vang, Pauli Trond Petersen og Helena Dam á Neystabø, ikki samd í. Kanningar í Danmark, vísa, at starvsfólk aftra seg fyri at boða frá óreglusemi, tí tey óttast fyri, at tað fær avleiðingar fyri tey persónliga. Tíverri vísa kanningar eisini, at hetta er ein grundaður ótti, siga tey.

 

– Tað hendur seg meiri enn so, at tað fær avleiðingar fyri starvsfólk, sum hava púra rætt í sínum illgruna um óreglusemi og boða frá hesum, leggja tey afturat. Tí halda tey, at úrslitið av eini varskógvarskipan verður, at fleiri óreglulig viðurskifti fara at vera avdúkað.

 

Men tey halda, at av tí, at talan er um eina nýggja skipan, skal hon endurskoðast um tvey ár. Serliga heldur Helena Dam á Neystabø, at tá ið skipanin verður endurskoðað, skal endamálið verða, at hon skal eisini verða galdandi fyri kommunur og fyri almenn partafeløg.