Í kvøld verður hálvfinalan í Europa League millum Inter Milan og Shakhtar Donetsk úr Ukraina. Vinnarin av dystinum í kvøld skal spæla móti spanska Sevilla í finaluni, sum verður fríggjadagin 21. august.
Inter Milan hevur møguleikan at vinna seg í eina evropesiska finalu, fyri fyrstu ferð síðani Champions League sigurin í 2010 undir leiðslu av José Mourinho. Inter Milan er eitt av stóru fótbóltsfeløgunum í heiminu, men tað kemur ikki altíð til sjóndar. Nú skal risin liva upp til navnið.
Venjari er tann umstríddi Antonio Conte, sum javnan er í hornatøkum við leiðslurnar í feløgunum, har hann er venjari. Hetta sigst eisini vera støðan í Inter Milan. Nýggjasta søgan er, at feløg í Premier League vilja hava Christian Eriksen, sum fyri hálvum ári síðani kom til Milano.
Inter Milan verður uttan Alexis Sanchez, ið er skaddur. Hann hevur fyri kortum gjørt skiftið til Inter Milan endaligt, eftir at hann hann bleiv útleigaður frá Manchester United, har hann var eitt flopp-keyp. Styrkin hjá Inter Milan er verjuspælið, har bara eitt mál er farið í gjøgnum í seks dystum, meðan Romelu Lukaku er skarprættarin í álopinum.
##med##
Mótstøðuliðið er Shakhtar Donetsk úr Ukraina. Felagið vann Europa League í 2009 og hevur eina siðverju fyri at menna góðar spælarar, sum seinni blíva seldir til størri feløg. Hesa ferð kanst tú halda eyga við spælarum sum Júnior Moraes, Taison og Alan Patrick.
Europa League hálvfinalur:
Inter Milan – Shakhtar Donetsk (20.00)
##med3##
Sevilla – Manchester United 2-1 (1-1)
0-1 Bruno Fernandes, 9 br
1-1 Suso, 26
2-1 Luuk de Jong, 78
Sevilla: Bounou; Navas, Koundé, Diego Carlos, Reguilón; Banega, Fernando, Jordán (Gudelj 87); Suso (Vázquez 75), En-Nesyri (Luuk de Jong 56), Ocampos (Munir 56)
Manchester United: Romero; Wan-Bissaka (Fosu-Mensah 88), Lindelöf, Maguire, Williams (James 87); Fred; Greenwood (Ighalo 90+3), Bruno Fernandes, Pogba, Rashford (Mata 87); Martial