Nú skal ruddast á Viðareiði

- Vit vóna, at undirtøkan verður góð, so vit øll kunnu njóta okkara vøkru náttúru, siga tey í Viðareiðis kommunu.

 

 

Ætlanin er, at árligi ruddingardagurin á Viðareiði verður týskvøldið hin 19. mai frá klokkan 17-21. Tey, sum luttaka, møtast við skúlan, har okkurt verður til matna, og hetta verður í ein hálvan tíma, áðrenn farið verður at rudda.

Eftir at fólk hava fingið ein bita, verður farið at rudda í allari bygdini. Fólk, sum fara at rudda, fáa handskar og sekkir við skúlan. Her býta fólk seg upp í smáar bólkar, so komið verður runt í allari bygdini.

- Alt órudd verður savnað í sekkir ella rúgvur fram við vegunum, so bilur kann koma at heinta ruskið. Óruddið má býtast upp í tað, sum brennir og tað, sum ikki brennir.

Í Viðareiðis kommunu siga tey, at ruddingarløtan ikki er ætlað til at rudda á egnum øki - ella úr egnum bilhúsi, kjallara, hjalli ella øðrum.

Eftir, at liðugt er at rudda um 21-tíðina verður farið aftur til  skúlan til ein kaffimunn. Ætlanin er, at tey, sum luttaka í ruddingini, kunnu fáa ein plantupakka.

Í Viðareiðis kommunu vóna tey, at nógv fólk møta upp seinnapartin hin 19. mai. - Vit vóna, at undirtøkan verður góð, so vit øll kunnu njóta okkara vøkru náttúru, verður lagt aftrat.