Nú skal tað vera hjá dønum

Úrslitini hava verið góð í EM-endaspølum, men tá tað kemur til HM, hava úrslitini verið út av lagi hjá dønum, sum nú fáa enn ein møguleika at royna seg millum tey bestu í heiminum

Bólkur E:


Bólkur E er mannaður av m.ø. tveimum norðanlondum, sum fólk vænta nógv av hesuferð. Meðan Danmark hevur vunnið bronsuheiðursmerki tríggjar tær seinastu ferðirnar, teir hava tikið lut í EM, so hevur gingið av skriðuni í HM, har teir ikki hava rokkið hálvfinalunum síðani 1982.
Hitt norðanlandið er Noreg, sum eisini hevur eitt spennandi lið. Teir eru, saman við Danmark, favorittar at koma víðari í bólkinum, men í bakgrundini lúrir Ungarn, sum kann leypa hvøkk á skandinavisku grannalondini.
 
Við Wilbek á odda
Danmark hevur altíð verið ein av sterkastu hondbóltstjóðum í heiminum. Í eina tíð var Danmark tó við at sigla afturúr í manshondbólti, kanska serliga tí at kvinnurnar blivu so sterkar. Seint í 90’unum byrjaðu menninir tó at fóta sær aftur, og hetta hevur m.a. tryggjað teimum trý bronsuheiðursmerki í EM á rað.
Meðan úrslitini hava verið fram úr góð í EM-høpi, so hevur als ikki gingið eftir vild í HM-høpi. Ferð aftaná ferð hava teir skuffað, men nú fáa teir so ein nýggjan møguleika.
Venjarin hesuferð er eingin minni enn Ulrik Wilbek, sum fekk so ómetaliga góð úrslit við kvinnunum upp gjøgnum 90’ini, og danir vóna, at hann er maðurin, sum skal føra donsku menninir fram millum tey allarbestu.
 
Noreg ætlar víðari
Noreg hevur eisini fleiri góð úrslit at vísa á, men úrslitini hava ikki verið eins góð og hjá Danmark og Svøríki. Noreg hevur ein av heimsins bestu málverjum, Steinar Ege, og hann verður týdningarmikil hesuferð. Teir eru eisini sterkir uppá mótálop, og leikararnir arbeiða væl fyri hvørjum øðrum. Spurningurin er bara, um hetta er nokk til at røkka til milumspælið.
Hjá norðmonnum sjálvum er tó breið semja um, at teir skulu víðari úr innleiðandi bólkinum.
 
Ungarn hevur eisini møguleikar
Triðja liðið í bólkinum, sum hevur møguleika at koma víðari, er Ungarn. Ungarn hevur eitt gott lið við nógvum royndum leikarum. Tætt undan HM hava tveir av berandi kretunum givið avboð. Talan er um Dániel Buday og Carlos Perez.
Skal nakar leikari takast fram um aðrar hjá Ungarn, so má høgri bakkurin Lazlo Nagy, sum er <st1:metricconverter w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;209 cm&quot;$?$end$!$209 cm</st1:metricconverter$?$end$!$, nevnast.<BR>Seinasti liðið í bólkinum er Angola, sum neyvan hevur nakran møguleika at koma víðari.