Nú skal vøkstur á dagsskránna

Hesa vikun hevur Íverksetarahúsið skipað fyri Masterclass Innovatións skeiði. Endamálið við skeiðinum er at inspirera og geva nýbyrjaðum íverksetarafyritøkum amboð til vøkstur Nógvir íverksetar koma ongantíð longur enn til sjálva byrjanina, og megna ikki at skapa víðari framburð. Aðrir íverksetar yvirliva byrjanina og koma inn í næstu fasu, har møguleikar fyri veruligum vøkstri eru til staðar. Eisini her eru tað fleiri, sum stranda og av ymiskum orsøkum ikki koma víðari. Teir íverksetar, sum megna at koma víðari, koma inn í eina veruliga vakstrar fasu við fleiri starvsfólkum og vaksandi umsetningi.

Fyri at geva íverksetum nøkur amboð at koma víðari frá byrjunarfasuni varð fokus sett á fýra sentral tema, sum hvørt á sínum øki kann styrkja møguleikarnar munandi fyri víðari vøkstri.

Tað fyrsta var spurningurin um branding, og hvussu ein avkláring av okkara brand virðum kann hjálpa íverksetum til víðari menning.

Tað næsta umhandlaði viðurskiftini hjá íverksetanum við bankan, og hvussu ein við góðari fyrireiking, eitt nú við at fáa yvirlit yvir framtíðar íløgutørvin og avkláring kann fáa bankan við uppá tey góðu hugskotini.

Tað triðja snúði seg um møguleikarnar hjá íverksetum at knýta eina nevnd afturat fyritøkuni. Eitt sera aktuelt tema, tá teir allarflestu íverksetar eru rættuliga einsamallir í sínum starvi, og ongan hava at sparra við í tí dagliga.

Seinasta tema var um at fáa sett tey fyrstu starvsfólkini í fyritøkuna. Umframt tað vakstrarpotentialið, sum liggur í tí, merkir tað eisini, at íverksetin má menna seg frá íverkseta til leiðara, sigur Íverksetarahúsið í tíðindaskrivi.