Nýskipanin: Skrædl - ella vinnur Sambandsflokkurin

Sambandsflokkurin og Høgni Hoydal sita enn og samráðast um fiskivinnunýskipanina. Nýskipann er komin undir tíðartrýst, tí uppskot fyri tingið skulu latast inn seinast í februar. Tískil brennir á at fáa ein semju nú.

 

Sum skilst, so er ikki nógv hent í samráðingunum enn og partarnir hava ikki flutt seg nógv. Tað er fyrst og fremst uppboðssølan og longd á loyvum, sum skilir partarnar.

 

Høgni Hoydal hevur allatíðina sagt, at samgongan bakkar landsstýrismannin upp í samráðingunum, men tað ljóðar, at atkvøðan hjá nøkrum javnaðarfólkum skal sannførast eitt sindur afturat, áðrenn ein full semja er í samgonguni.

 

Ein meting sigur, at annahvørt slitna samráðingarnar við Sambandið ella flytir Tjóðveldi seg somikið, at bæði Sambandsflokkurin og ein samlaður Javnaðarflokkur kann taka undir við semjuni.

 

Les longri greining í Sosialinum dag.