Nýskipanin ávirkar byggingina

Stjórin á Varðin Pelagic sigur, at eingin avgerð er tikin um nær bygt verður

Á eykabýráðsfundi hjá Tvøroyrar kommunu varð í morgun játtað at veita Varðanum Pelagic byggiloyvi at endurreisa virkið, ið brann í grund fyrr í ár. Men hóast byggiloyvið er komið upp á pláss, so kann tað enn ganga nakrir mánaðir áðrenn byggivirksemi aftur verður at síggja á havnarlagnum.


Bogi Jacobsen, stjóri á Varðanum Pelagic, sigur nevniliga við Miðlahúsið, at nú byggiloyvið er komið upp á pláss, verður hugt nærri at møguleikunum, og tí er enn óvist nær byggingin byrjar.


- Enn er óvist nær byggingin byrjar og harvið eisini nær hon er liðug, men vit hyggja nú eftir tilboðunum og møguleikunum, sigur Bogi Jacobsen.


Spurdur um virkið fer at hava sama kapasitet sum gamla virkið, svarar stjórin, at støðan heldur ikki er tikin til tað, men at ein møgulig nýskipan av fiskivinnuni kann hava tí ávirkan, at kapasiteturin verður minni.


- Tað hava vit eisini biðið um prís upp á. Um framleiðsluorkuni skal byggjast eftir fiskinum, ið skal upp á land í Føroyum, og útgangsstøði verður tikið í, at tað er ein marknaðarstýrd skipan, ið er galdandi, so gevur tað ikki meining at hava ein stóran yvirkapasitet á landi, tí so bítur man bara hvønn annan. Vit mugu byggja eftir tí tørvinum, ið er, og tað er tað, ið vit hyggja eftir, sigur Bogi Jacobsen.


Stjórin leggur tó dent á, at hóast nýskipanin hevur ein ávirkan á byggingina, so er ætlanin ikki at bíða eftir at hon verður sett í gildi.


- Nei, vit hava ikki tíð at bíða eftir henni. Vit muga bara meta um hvussu framtíðin verður, tí vit vita als ikki hvat nýskipanin endar við, sigur Bogi Jacobsen.