Mansflogbóltur
Skal metast eftir stigatalvuni, so verður tað ikki long tíð, sum sørvingar í fyrstu atløgu fáa á silvurplássinum. Eftir at tað hevur gingið sum eftir ánni seinastu dystirnar, har teir millum annað hava tikið klaksvíkingar fullkomuliga á bóli, eru sannlíkindi fyri einum sigri í øllum førum lítil sunnudagin.
Mótstøðuliðið er nevnliga ÍF, og tá talan eisini er um dyst á útivølli, skuldi næstan verið óneyðugt at sagt meira. Tað er ein staðfesting, at fuglfirðingarnir higartil í ár hava mest sum einaráðandi, og enn hevur liðið mest sum ikki sýnt tekin um veikleikar. Heldur ikki hóast týdningarmiklir leikarar til tíðar hava mangla, so uppgávan hjá sørvingum er alt annað enn løtt.
Hinvegin er einki at dylja yvir, at skal SÍ taka ÍF, so er rætta løtan júst nú. Sørvingarnir hava í seinastu dystunum sýnt sera gott spæl, har teir í stóran mun hava megnað at trýst mótstøðuliðini. Nakað sum ÍF í dekan ov lítlan mun hevur roynt í ár, og sum júst tí helst eru einastu hyggjuráðini móti oddaliðnum. Hetta, so teir kunnu koma í eina óvanda støðu.
Umframt at vera oddadystur, so er her eisini talan um eitt slag av styrkisroynd undan steypafinaluni, sum verður júst millum hesi bæði liðini, og sum eisini er ein endurtøka av finaludystinum frá seinasta kappingarári. Ta ferðina gjørdist tað SÍ, sum vann dystin, men í skrivandi løtu mugu fuglfirðingarnir vera favorittar at vinna finaluna.
Hvørt teir eisini eru tað, tá steypafinalan skal spælast, veldst millum annað um, hvussu tað fer at tørna út nú sunnudagin.
Klassikari uttan bit
Hin dysturin í bestu mansdeildini um vikuskiftið verður í Havn, har Fleyr og Fram hittast. Lokaluppgerðir plaga vanliga at vera spennandi kostur, og soleiðis var eisini í mong ár við hesum dystinum. So seint sum í fjør stóð gullstríðið - sum Fram vann ? júst ímillum hesi bæði liðini, men fyribils er hetta tó bert søga.
Fleyr hevur eitt at kalla spildurnýtt lið, har ungir og óroyndir leikarar skulu venjast við flogbólts á hægsta føroyska støði, og slíkt tekur sína tíð. At stigatalvan eisini boðar frá, at enn hevur Fleyr einki sett vunnið, sigur helst stóran part av søguni í so máta.