Fyri fyrstu ferð síðani danir vóru við til at seta fót fyri royndunum hjá svium og hinum europeisku londunum at velja Lennart Johansson til formann í FIFA, hittust norðurlendsku fótbóltssambondini til fundar leygardagin.
Fundurin var í Malmø, og tað kann ikki sigast annað, enn at formenninir og aðalskrivararnir fingu nógv av skafti teir fýra tímarnar, teir vóru á fundi.
Kappingin
Fyri føroyskan landsliðsfótbólt kom tað stak væl við, at fundurin samdist um, at nú skal farast undir eina norðurlendska kapping fyri landslið. Tað verður roknað við, at tað verður farið undir kappingina longu komandi ár, og ætlanin er, at hon skal fevna um fimm ár. Tað vil við øðrum orðum siga, at hon verður liðug í 2004.
Tað ber væl til at ímynda sær, at fleiri av norðurlendsku londunum fara at koma í bólk saman, tá tað um hálvt annað ár fer at verða kastaður lutur um, hvussu londini skulu bólkast í undankappingini til HM endaspælið, sum verður í Japan og Suðurkorea í 2002. Um so verður, so fer tað av vera lagt soleiðis til rættis, at hesi londini ikki fara at spæla í norðurlendsku kappingini, meðan tey eru í undankappingarbólki saman.
Gamal dreymur
Torleif Sigurðsson og Ísak Mikladal, ávikavíst formaður og aðalskrivari í FSF, vóru á fundinum, og teir eru fegnir um, at tað eydnaðist at fáa hesa kappingina í lag. Bæði tí at tað verður mett, at ein tílík kapping kann vera við til at styrkja samstarvið ? tað er týdningarmikið at hava okkurt ítøkiligt at samstarva um ístaðin fyri bara at tosa saman, og so hevur tað ítróttarligan týdning fyri føroyskan fótbólt:
? Hjá okkum kom hetta stak væl við. Okkara trupulleiki hevur verið, at tað hevur verið sera torført ella mest sum ómøguligt at fáa onnur lond higar at spæla venjingardystir, men nú fáa vit hetta í einari skipaðari kapping, og tað er frálíkt, sigur Torleif Sigurðsson.
Hvør er upprunin til hetta?
? Íslendingar hava ofta havt uppskot frammi um at skipa fyri sovornari kapping, men tað hevur áður verið týðuligt, at størru tjóðirnar ikki hava verið serliga áhugaðar. Tær hava altíð drigið eina røð av orsøkum fram, sum hava talað fyri, at tað ikki ber til at hava slíka kapping, og tí kom tað óvart á, at tað hesa ferð gekk so væl at fáa uppskotið ígjøgnum, sigur Torleif Sigurðsson.
Hann greiðir frá, at hesa ferð løgdu íslendingar uppskot fram um at kappingini skuldi avgreiðast yvir fýra ár, og at tað skuldi spælast í tveimum bólkum, og so skuldu vinnararnir spæla um norðurlendska heitið.
? Per Omdal, norski formaðurin, helt tá fyri, at tá tað varð farið undir kappingina, so kundu øll liðini tað sama spæla ímóti øllum, og tí mælti hann til, at kappingin skuldi røkka yvir fimm ár, og at øll liðini skuldu spæla ímóti hvørjum øðrum. Og tá hann mælti til tað, var eingin mótstøða, og uppskotið varð samtykt.
Noreg, Svøríki og Danmark hava áður spælt í skandinaviskari kapping, og áður var rættuliga vanligt, at tey norðurlendsku landsliðini hittust í venjingardystum, men nú er nakað síðani, at teir góvust við hesum. Tað vóru ikki stundir til tað, kappingin var ikki nóg áhugaverd fyri áskoðararnar, og fíggjarliga var hetta ein kleppur vóru nakrar av grundgevingunum, men nú verður roynt aftur, og nú er Føroyar við í spælinum.
Sjálvir ábyrgdina
Ætlanin er, at hvørt landið skal spæla eina ferð á heimavølli og eina ferð á útivølli ímóti øllum hinum londunum tey næstu fimm árini.
Á fundinum leygardagin varð avrátt, at ein nýggjur fundur skal vera í november. Á tí fundinum skulu aðalskrivararnir leggja eitt uppskot um eina skrá á borðið til støðutakanar.
Hvørt landið fer at hava fíggjarliga ábyrgd fyri sær sjálvum. Tað vil siga, at tá spælt verður í Føroyum eiga føroyingar inntøkuna og gestirnir rinda fyri at koma higar.
Mangla bara Svøríki
Hóast hetta verður fyrsta norðurlendska fótbóltskappingin millum landslið síðani føroyskur fótbóltur kom uppí altjóða fótbóltsfamiljuna, so er tað ikki púra nýtt hjá føroyingum at spæla ímóti tjóðunum, sum vit rokna at vera okkara næstu grannar ? um ikki landafrøðiliga so mentunarliga.
Í 1990 og 1991 vóru Føroyar og Danmark við í somu EM undankapping. Danmark vann 4-1 í Keypmannahavn og 4-0 í Landskrona, Noreg og Føroyar spældu tveir venjingardystir í 1992 og í 1993 ? Noreg vann 2-0 í Oslo og 7-0 á Svangaskarði, og í 1994 og í 1995 vóru Føroyar og Finnland við í somu EM undankapping. Finnland vann 5-0 í Helsingfors og 4-0 á Toftum.
Føroyar og Ísland hava spælt fýra venjingardystir ? ein í Gundadali og tríggjar í Íslandi. Ísland hevur vunnið allar· 3-2 í Gundadali í 1990, og tvær ferðir 1-0 og ein ferð 2-0 í Íslandi.
Tað vil við øðrum orðum siga, at Føroyar hava spælt ímóti øllum teimum norðurlendsku tjóðunum burtursæð frá Svøríki. Men tað eru bara Finnland og Noreg, sum hava verið á Svangaskarði.