Næsta uppgávan er Írland

Eftir frálíka avrikið móti Svøríki fríggjakvøldið, so stendur Írland fyri framman í annaðkvøld. Føroyska landsliðið hevur onkrar smærri snuddir, meðan írska landsliðið kom til Føroyar við einum 6-1 tapi í bagaguni.

Tað vóru nakrar troyttir og eymir føroyskir landsliðsleikarar, sum vandu á Tórsvølli sunnudagin. Dysturin fríggjakvøldið er ikki komin úr beinunum, men tað er einki óvanligt í tí. Millum teir, sum sótu uttanfyri partar av venjingini vóru Súni Olsen, Símun Samuelsen og Odmar Færø.
Lagið var gott , serliga millum teir eldru leikararnar, sum vunnu greiðan sigur á teimum yngru í innanhýsis dystinum teirra millum.
Eru allir menn klárir til týskvødið, so verður tað torført hjá Lars Olsen at gera fleiri broytingar á liðnum eftir góða avrikið móti Svøríki. Eisini bleiv 3-0 tapið móti Týsklandi sett í perspektiv, tá Írlandi tapti ikki minni enn 6-1 á heimavølli fyri sama týska liðnum.

Broytingar?

Gunnar Nielsen vandi, so tað er sannlíkt at hann er førur fyri at spæla tveir dystir upp á fimm dagar. Jónas Tór Næs fekk tvær pentir í yvirmunnin, men vandi eisini við fullari ferð. Hann mátti á skaðastovuna at steymast eftir at hava fingið eitt slag í andlitið í dystinum.
Pól Jóhannus Justinussen hevði trupulleikar í uppspælinum móti Svøríki, men landsliðsvenjarin arbeiðir við eini loysn, sum gevur honum ein einfaldan møguleika í avspælinum, tí tað er ikki sterka síðan hjá sterka bakkinum. Hann hevði eisini ávísar trupulleikar móti Týsklandi, men dysturin móti Írlandi skuldi gjarna verið akkurát hansara koppur av te. Írska liðið er ikki nakað teknist lið, men spælir nokk so týpiskan bretskan fótbólt og tað er her at veruliga styrkin hjá Pól Jóhannusi, nevniliga styrkin, kemur honum til góðar. Tí vildi tað verið býtt, at broytt upp á nakað í verjupartinum.
Á høgra vongi hevur Daniel Udsen havt sínar trupulleikar, men tað er eitt sindur ringt at siga um tað er orsaka av plaseringini sum høgri vongur, at hann ikki trívist. Hann hevur fyrr spælt góðar landsliðsdystir á miðvøllinum. Hann prógvði eisini í EB/Streymi, at hann er millum okkara fremstu miðvallarum, men spurningurin er um hann í dag spælir á nóg høgum stigi í triðj bestu deildini í Danmark.
Súni Olsen er nokk størsta navnið, sum situr uttanfyri, men hann tóktist hava trupulleikar við eini forstrekking til venjingina sunnudagin. Her verður eisini torført í verandi støðu at skumpa Fróða Benjaminsen, Hallur Hansson ella Christian Lamhauge Holst av liðnum. Lamhaugue maðurin vandi eisini við fullari ferð og er ikki darvaður av rygginum, sum annars hevur argað í eina tíð.
Eru allir menn tøkir og klárir, so er ilt at ímynda sær meiri enn kanska eina broyting, um nakra, til dystin í annaðkvøld.

Írska liðið komið til landið

Írska landsliðið kom til Føroyar í gjár um fimm tíðina. Teir slikka sárini eftir 6-1 taptið fyri Týsklandi á Aviva leikvøllinum í Dublin. Í Írlandi royna tey at ugga seg við, at tað ikki eru dystirnir ímóti Týsklandi, sum verða avgerandi fyri um Írland fær annað plássið ella ikki. Tí Týskland kemur helst at vinna flestu dystirnar alíkavæl og vinna sær fyrsta plássið.
Tað eru hinvegin dystirnir móti hinum liðnum í bólkinum, sum koma at avgera hvør fær annað plássið.
Hóast 6-1 tapið setur føroyska 3-0 tapið móti Týskland í perspektiv, so er ikki at gloyma, at Írland hóast alt á graslíkinum Kasakstan megnaði at venda einum hóttandi 1-0 tapið til ein 2-1 sigur í evstu løtu.
«Vit skulu minnast til, at Manchester City vann 6-1 á Manchester United, sum vann 8-2 á Arsenal um somu tíð í Premier League í fjør. Hatta er fótbóltur, sigur John O’Shea.
«Um vit vinna á Føroyum, so hava vit seks stig fyri tríggjar dystir. So hava vit ein góðan møguleika fyri at vinna okkum víðari, sigur John O’Shea víðari.
Tað er framvegis óvist um framherjin, Robbie Keane, spælir týskvøldið. Hann er komin til landið við restina av liðnum, men hevur drigist við ein skaða í eina tíð.
Eitt annað kent navn, sum er komið til landið er fyrrverandi landsliðsvenjarin, írin Brian Kerr. Hann verður sostatt at síggja til dystin millum Føroyar og Írland, sum verður í annaðkvøld klokkan 19.00.

Ikki gera ein Kýpros

Vit hava fyrr brent okkum, tá sjálvsálitið hevur verið í topp. Ongantíð meiri enn tá vit í 1992 fingu vitjan av Kýpros. Tey flestu vóru á einum máli um, at hetta fór Føroyar at vinna. Tað endaði við at 4.129 áskoðarar fóru vónbrotnir av Svangaskarði, eftir at Kýpros vann 2-0.
Ja, vit hava fingið eitt gott úrslit móti Svøríki og avrikið var gott. Men tað er týdningarmikið at skilja hví vit fingu eitt so gott úrslit.
Vit vístu svensku leikarunum tað virðingina teir hava uppiborið og allir stríddist manniliga við teimum fortreytum sum vit hava. Vit spældu eisini góðan fótbólt, men gjørdu ikki meira við bóltin enn vit eru mentir ímóti fulltíðar fótbóltsleikarum.
Tað kann gott vera, at írland hevur tapt 6-1 fyri kortum. Tað kann gott vera, at Damien Duff og Shey Given eru givnir, men tað er undir ongum umstøðum ein dystur har vit hava rætt til at undirmeta mótstøðuna.
Dysturin í annaðkvøld verður í minsta lagið eins harður, sum tann móti Svøríki, sjálvt um ongin Zlatan Ibrahimovic spælir við írska landsliðnum.
Er avrikið á sama stigi sum fríggjakvøldið, og tað sigur stong inn heldur enn alboga út, so er møguleikin fyri einum uppaftur betri úrslitið til staðar – men tað krevur at vit ikki gera ein “Kýpros” og taka nakað sum helst fyri givið.