Næstan annarhvørt fólk, ið arbeiðir sum heilsuhjálpari á eldraøkinum kring landið, hevur onga útbúgving.
Tað vísir eitt yvirlit, Heilsuhjálparafelag hevur latið Løgtinginum.
Løgtingið viðger eitt uppskot frá tjóðveldi um at seta onkra skipan í verk við tí endamáli at útvega fleiri útbúgvin røktarstarvsfólk til eldraøki.
Og í tí sambandi vísir Heilsuhjálparafelagið á, at næstan annaðhvørt fólk, ið arbeiðir sum heilsuhjálpari, hevur ikki útbúgving á økinum.
Tilsamans er talan um gott og væl 700 fólk, ið arbeiða sum heilsurøktarar í eldraøkinum kring landið, men av teimum eru tað yvir 330, sum ikki hava útbúgving.
Nógv ringast stendur til í Suðurstreymoy, har tey hava sløk 230 fólk, ið arbeiða sum heilsuhjálparar í eldrarøktini, men tað eru bara stívliga 90 av teimum, sum hava útbúgving. Sostatt er stór yvirvág av starvsfólki, sum ikki hava útbúgving.
Tað stendur frægari til aðrastaðni í landinum, men tað økið, sum er frægast fyri í so máta, er Suðuroy, har starvsfólkini eru 60 í tali, men har tað bara eru fimm, sum ikki hava útbúgving.
Annars síggja tølini kring landið soleiðis út:
Suðurstreymoy
Faklærd 93
Ófaklærd 135
Tilsamans: 228
Nánd, sum er eldrasamstarvið ímillum Eysturkommunu og Fuglafjørð
Faklærd 28
Ófaklærd 42
Tilsamans: 70
Veks, sum er eldrasamstarvið ímillum Vestmanna, Eiði, Kvívík og Sunda Kommuna
Faklærd 38
Ófaklærd 39
Tilsamans: 77
Roðin, sum er eldrasamstarvið ímillum Sjóvar Kommunu, Nes Kommunu og Runavíkar Kommunu
Faklærd 45
Ófaklærd 43
Tilsamans: 88
Sandoy:
Faklærd 15
Ófaklærd 13
Tilsamans: 28
Suðuroy:
Faklærd 55
Ófaklærd 5
Tilsamans: 60
Norðoyggjar:
Faklærd 41
Ófaklærd 38
Tilsamans: 79
Vágar:
Faklærd 32
Ófaklærd 11
Tilsamans: 43
Almannaverkið
Faklærd 26
Ófaklærd 9
Tilsamans: 35
Tilsamans:
Faklærd: 373
Ófaklærd: 335
Tilsamans: 708