Nú stendur kappingin fyri stórari avbjóðing

Einki óvæntað var í úrslitunum í 11. umfari í landskappingini, sum næstu tvær vikurnar fer at fáa rættuliga avbjóðing úr útlandinum

FORMULA DEILDIN 11. UMFAR

Tað gongur akkurát, sum tað hevur gjørt tær seinastu ferðirnar. Eingin slingur er í valsinum, tá ið tey, sum eru hægst á støðutalvuni, spæla ímóti teimum lægri støddu. GÍ vann tepran 1-0 sigur á Svangaskarði, og KÍ vann 7-1 í Vági. Talan var um størsta sigur yvirhøvur á árinum. Kanska varð tað ikki roknað við, at KÍ skuldi vinna so stóran sigur, men klaksvíkingar vóru greiðir favorittar.
Størstu tapararnir hesa ferð vóru B36 og NSÍ. Tey eru bæði við í kappingini um heiðursmerkini, NSÍ hevði ikki tapt seks tær seinastu ferðirnar, og B36 hevði ikki tapt fýra tær seinastu ferðirnar.
Hesa ferð taptu B36 og NSÍ bæði á útivølli við 2-1, og í báðum førum vóru tapini móti øðrum, sum stríðast um pláss í toppinum.
Frástøðan frá EB/Streymi á fremsta plássi og aftur til NSÍ, sum er á 6. plássi, er nú seks stig. GÍ og HB halda tørn um EB/Streym, og eftir at tað ikki hevði eydnast teimum at fáa fult fýra tær seinastu ferðirnar, vann KÍ í Vági. Harvið lyftu klaksvíkingar sær upp aftur á fjórða plássið, meðan meistararnir úr B36 næstu dagarnar eru á fimta plássi.
Merkisvert er tað, at í 12. umfari er í gásareygum bara ein toppuppgerð á skránni. Oddaliðið fer sunnudagin av Mølini og út til Runavíkar, har EB/Streymur í 5. umfari tapti fyri fyrstu og higartil einastu ferð. Ta ferðina vann NSÍ 2-0. Um NSÍ skal halda tørn, og um EB/Streymur ikki skal sleppa ov langt frá hinum, so verður neyðugt hjá NSÍ at fáa stig.
Soleiðis, sum tað higartil hevur háttað seg, so er einki sum eitur hjá hinum, ið eru við í kappingini um heiðursmerkjaplássini. Tey eiga at kenna trýst á sær fyri at fáa fulla úrtøku: HB á Skála, har teir fyrr í vár spældu 1-1, GÍ á heimavølli móti ÍF, sum fyrr í vár varð sent inn um aftur Eiðið við 3-1 tapi, KÍ móti B68, sum klaksvíkingar fyri ikki so langari tíð síðani vunnu 4-0 móti á Svangaskarði, og B36 móti VB/Sumba, sum B36 fyrr í vár vann 2-1 ímóti á Vágseiði.
Skála hevur leingi ligið tungt í sjónum. Nú hava skálamenn vunnið tríggjar ferðir upp í slag  tvær ferðir í landskappingini og eina ferð í fjórðingsfinaluni í steypakappingini. Hetta boðar frá, at gongdin á Skála er um at venda. Skála fer neyvan at vera við í kappingini um at sleppa undan niðurflytingini. Um Skála er komið seg heilt fæst góð ábending um, tá ið væl upplagda HB fer at vitja. HB hevur fingið stig átta tær seinastu ferðirnar.

Kappingin
Oyggjauppgerðin í framúr góða summarveðrinum í Fuglafirði týskvøldið var síðsti dysturin í FORMULA DEILDINI undan HM endaspælinum í Týsklandi.
At tað nú fer at verða fótbóltur at síggja í sjónvarpinum fleiri tímar hvønn einasta dag, fer ivaleyst at bera við sær, at vektin, sum dygdin í heimligu kappingini fer at verða vigað á, næstu vikurnar fer ikki heilt at verða tann sama, sum hon hevur verið higartil í ár. Tað sigur seg sjálvt, at nógvur og vónandi áhugaverdur og undirhaldandi fótbóltur í sjónvarpinum ger, at tað fer at verða sæð upp á heimligu kappingina við minni mildum eygum.
Tað kann eisini væl hugsast, at HM fepurin fer at hava við sær, at áskoðaratalið kring landið fer at minka nakað, og at kassameistararnir í fótbóltsfeløgunum kring landið ikki fara at kenna pengaposarnar so tungar.
Men heimliga kappingin er so mikið tøtt, at tað neyvan fer at bila so ógvuliga nógv. Hóast dýrastu fótbóltsbeinini í heiminum fleiri ferðir um vikuna fara at vitja í stovunum, so verður áhugin neyvan so nógv minni at síggja føroysku liðini og beinini life á graslíkisvallunum kring landið. Serliga tá ið einki røkist fyri møguleikanjm, at bleikaru og ikki so dýru føroysku fótbóltsbeinini fara at verða at síggja á skíggjanum næstu vikurnar.