Mikudagin 10. november hátíðarhelt Tekniski Skúlin í Tórshavn 70 ára stovningardagin hjá skúlanum.
Egon Øregaard, skúlastjóri, beyð øllum at vera vælkomin og segði frá skránni fyri móttøkuna. Síðan var tónleikaframførðsla av Andreu Heindriksdóttir og Ragnari Olsen.
Eitt snotuligt føðingardagsrit varð lagt fram, og blómutyssi varð handa til Tórfinn Smith, sum hevur staðið fyri føðingardagsritinum.
Tey sum fluttu fram røðu vóru: Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, Tummas H. Sørensen, stýrisformaður, og Egon Øregaard, skúlastjóri hugleiddi um skúlan.
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, og fyrrverandi lærari á skúlanum, helt eisini røðu, hann segði m.a. at tað var ikki myndugleikunum fyri at takka, at skúlin var tað, hann er í dag, men heldur dugnaligu starvsfólkunum á skúlanum.
Hann gleddist um, at endiliga var politisk semja um at geva skúlanum tær harðliga tiltrongdu umstøður, sum bíða hevur verið eftir í so nógv ár. Hann vónaði, at næstu ferð skúlin hevði jubileum, varð tað í nýggjum skúla.
Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, segði m.a. "Tekniski Skúlin í Tórshavn hevur, sum øllum kunnugt, ikki nøktandi hølisviðurskifti og hevur eisini seinastu tíðina havt ein aktivan leiklut í fyrireikandi arbeiðnum í sambandi við Skúladepilin í Marknagili. Tá landstýrismaðurin fær politiska undirtøku fyri ætlanini, verður beinanveg farið undir at seta í verk hesa ætlan.
Egon Øregaard, skúlastjóri, hevði eisini nakrar hugleiðingar á 70 ára degnum.
Hann nevndi nakað um søgu skúlans, og at Tekniski Skúlin í dag er ein vælvirkandi skúli við dugnaligum lærarum og starvsfólkum.
"Skúladepilin er fyri mær ein tann størsta nýhugsanin innan føroyska skúlaverkið í nýggjari tíð, og vóni eg at vit náa á mál nú.
Eg havi fleiri ferðir loyvt mær at brúkt vælkendu orðini hjá danska heimsspekinginum, Søren Kierkegaard, og fari at enda við hesari útsøgnini hjá honum: Livet kan kun forstås baglæns, men det må leves forlæns", endaði Egon Øregaard.