Í næstu viku sær frægari út aftur

Brennistøðin í Leirvík er við at ganga undir – og ein partur av orsøkini er ber líkasæla hjá fólki

Í næstu viku fara vit so smátt at koma upp undan aftur. Tað sigur Poul Andrias Joensen, stjóri á IRF.

Brennistøðin í Leirvík fær so nógv burturkast í hesum døgum, at tey klára ikki at brenna undan.

Ein avleiðing av tí er, at summar kommunur hava boðað frá, at tær lata bingjuplássið aftur onkrar dagar, tí tað er fult og IRF hevur ikki havt umstøður til at taka bingjurnar.

Stjórin á IRF ásannar, at ólag er komin á innsavningina av ruskplássunum og summa staðni er tað seinkað eitt sindur.

Tað er ikki so, at bingjurnar ikki verða tiknar, tað er bara komið ólag á, so at summastaðni er innheintingin seinkað ein dag, ella tveir, sigur hann.

Men hann væntar, at í næstu viku fara tey at koma upp undan aftur, og so fæst innsavningin í rættlag aftur.

Hann sigur, at ein orsøk til, at tey hava so nógv at brenna nú, er, at eingin er at taka ímóti seyðaskinnum í ár.

– Tað merkir at vit hava nógvar ferðir fleiri skinn at brenna, enn vit plagdu, sigur hann.

Men ein onnur orsøk er eisini, at tað eru rættiliga nógv, sum ikki tøma vemburnar, áðrenn tær verða koyrdar í ruskbingjuna.

Tað er annars eitt krav, at fólk skulu tøma bingjurnar, áðrenn tær verða koyrdar í bingjurnar, men hjá nógvum rínur tað ikki við, sigur hann.

Avleiðingin av tí er, at IRF hevur ikki bara nógv meiri at brenna nú enn vanligt. Tað, sum verður brent er eisini nógv vátari og sostatt eisini nógv tyngri enn vanligt, og tískil tekur tað nógv longri at brenna.

Hann sigur, at tey brenna eini 80 tons um dagin, men men hann væntar, at tá ið hendan vikan er farin, fara tey at koma upp undan aftur.