Nótaflotin í klemmu av nývali

Um val verður útskrivað nú, kann allur nótaflotin og partvís heimaflotin verða raktur. - Øll prosessin at útskriva makrelloyvi kemur draga út, og tá verður eingin kunngerð lýst enn á sinni, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður.

Nú samgongan eftir øllum at døma hevur rent seg í stórar brotasjógvar, tí semja ikki er um játtanarkarmin fyri komandi fíggjarár, hevur formaðurin í Fólkaflokkinum, Jørgen Niclasen, biðið løgmann umhugsað at skriva út nýval.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur ikki hug at blanda seg upp í flokspolitiska arbeiði hjá Jørgeni Niclasen, sum hann annars sigur seg taka fult undir við. Men hann sær fyri sær, at endar hetta við so stórari samgongukreppu, at løgmaður fer at útskriva val, kann hetta føra til, at fiskiflotin ikki sleppur á makrelveiði enn á sinni.

- Eg havi skilt, at nótaskipini, sum lítlan og ongan svartkjaft hava at fiska, bíða eftir kunnugerðini um makrelveiði. Nú vita vit ikki við vissu, hvussu nógvur makrelur er í føroyskum sjógvi í løtuni, tí tað enn so tíðliga upp á árið, og skip hava ikki verið og leitað. Men vit vita, at makrelur er longu í føroyskum sjógvi, tó at vit vita ikki, hvussu stórar nøgdir talan er um.

Jacob Vestergaard sigur, at kunngerðin, sum skal áseta føroysku eginkvotuna og býta tilfeingið millum skipabólkarar, helst verður klár at senda Fiskivinnuráðnum til ummælis mánadagin.

- Men um val verður útskrivað, kann øll prosessin draga út, og tá verður eingin kunngerð lýst enn á sinni ? og uttan kunngerð sleppa skipini ikki til fiskiskap, sigur landsstýrismaðurin.