Svartkjaftur
Tá Sosialurin var ein túr í Fuglafirði seinasta leygardag, lógu fleiri stór skip við bryggju, sum annars plagdu at rokast á svartkjafti á leiðunum vestur úr Írlandi hesa tíðina av árinum.
Millum skipini vóru eitt nú Næraberg, sum annars er lutfalsliga nýggjur í flotanum, Tróndur í Gøtu, Høgaberg og Fagraberg.
Stóri trupulleikin hjá skipunum, nú hetta er besta tíð til svartkjaft, og fiskurin hesa tíðina av árinum eisini er feitastur og hevur besta prísin, er, at kvotan er so syndarliga lítil.
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, hevur higartil býtt helmingin av tillutaðu svartkjaftakvotuni upp á stívliga 40.000 tons út til skipini, sum plaga at fáa lut í hesi kvotu.
Alt eftir, hvussu nógv skip koma at veiða hesi stívliga 20.000 tons, kemur kvotan hjá hvørjum skipi sær at snúgva seg um nøkur tons færri – ella nøkur tons fleiri - enn 3.000 tons.
Men líkamikið, hvussu nógv – ella fá – skip fara at fiska hesa fyribilskvotu, verður talan um sera smáar nøgdir í part til hvørt skipið.
Taka vit eitt skip sum Fagraberg, fyrrverandi Krúnborg, so tekur skipið meira enn 3.000 tons av svartkjafti, sum saktans kunnu fiskast ein túr.
Anfinn Olsen, reiðari á Fagrabergi og Høgabergi, hevur sagt, at Høgaberg fyribils verður lagdur, soleiðis at Fagraberg kann fiska av báðum kvotunum hjá felagnum.
Men tá ið ræður um svartkjaftin, munar hetta bara so lítið, tí í staðin fyri at fáa ein túr, svara fyribilskvotan hjá báðum skipunum til tveir túrar.
Tá svartkjafturin stendur tættur, sum hann vanliga ger undir gýting, kann vera rættiliga skjótt at fylla skipini.
Avreiða kvotur
Vanliga hugsanin hjá fólki í vinnuni, bæði á sjógvi og á landi er, at føroyskir myndugleikar hava verið “óførir” at avreitt kvotur til aðrar, samstundis sum føroyingar sjálvir sita eftir við lítlum og ongum.
- Her svimur hópur av tilfeingi rundan um oyggjar okkara, men okkara fiskifloti sleppur bara ikki at fiska av hesum.
Kelda úr vinnuni vísir á, at samstundis sum føroysku flakatrolararnir lógu í rokfiskiskapi í gráu leiðini, avreiddu Føroyar ein stóran part av makrelinum til norðmenn – eftir, at Føroyar stutt frammanundan høvdu avreitt stóran part av nógv skerdu svartkjaftakvotuni til russar.
- Ilt er at spáa um, hvussu vorðið verður við okkara fiskiveiði, um okkara myndugleikar ikki taka sær annað skinn um bak og geva sær far um, hvar virðisøkingin í vinnuni liggur, sigur keldan við Sosialin.