Nótaskipini farin á sildaveiði

Nótaskipini, sum herfyri góvust at fiska svartkjaft, eru nú farin á sildaveiði. Sum skilst, royna skipini norðarliga í íslendskum sjógvi Hin 21. mai boðaði Felagið Nótaskip frá, at skipini, sum tá royndu eftir svartkjafti, í felag høvdu gjørt av at gevast at fiska frá á midnátt sama kvøld at rokna. Veiðan loysti seg ikki, soleiðis sum fiskiskapurin var. Oljan, sum skipini brúka, er dýrkað meira enn tvær krónur liturin í eitt ár, samstundis sum prísurin á ídnaðarfiski er nógv lækkaður.

Nótaskipini brúka í miðal einar 4 miljónir litrar um árið, og øktu oljuprísirnir merkja soleiðis eina økta útreiðslu upp á einar 8 miljónir krónur um árið - fyri hvørt skipið.

Nú eru skipini so farin útaftur at royna eftir sild, og Portalurin frættir, at flestu skipini royna við nót norðarliga í íslendskum sjógvi. Kraftblokkaskipini, Carlton og Næraberg, partrola.

Í morgun royndu vit at fáa fatur á nøkrum av reiðaríunum hjá hesum skipum, men tað eydnaðist hvørki at fáa fatur á Jákupi Jacobsen, ei heldur Kristian Martini Rasmussen.

Jógvan Jespersen, stjóri í Felagnum Nótaskipum, segði seg ikki vita ítøkiliga, hvørji skip eru farin á sild, ei heldur hvussu gingist hevur.

Saksaberg, sum eisini hevur roynt í føroyskum sjógvi, landaði 280 tons av sild í Noregi hin 23. mai. Teir seldu fyri 2,64 norskar krónur í miðal fyri kilo.

Saksaberg er farin útaftur at royna.