Nú vit skriva 7. september í dag, og líkindi ikki eru til at taka náta á sjónum, hvørki í dag, ei heldur fyrst í hesi vikuni annars, má sigast, at nátatíðin á hesum sinni er liðug.
Í dag er hann útsynningur og vestan, 10-15 metrar um sekundið, men kanska minkar hann vindin nakað út á seinnapartin. Veðrið í morgin - týsdagin - verður á leið sum í dag, 10-15 metrar um sekundið av útsynningi og vestri.
Sum morgindagurin gongur, minkar hann vindin niður í 5-10 metrar um sekundið.
Náttina til mikudagin minkar hann vindin aftur, og vindferðin fer at liggja millum 2-7 metrar um sekundið. Seinni um dagin eitt skifti upp í 8-13 metrar um sekundið, sum so aftur minkar niður í 2-7 metrar um sekundið.
Hósdagin verður eingin stórvegis broyting í veðurlagnum, 5-10 metrar um sekundið og náttina til fríggjadag upp í 13 metrar um sekundið.
Hevði veðrið verið lagaligari hesar fyrstu dagarnar í vikuni, kundi nakað av náta verið tikið aftrat. Men, soleiðis sum veðurútlitini eru nú, gerst ikki meira við nátatøku – í øllum førum ikki, har ættin liggur upp á land.
Skuldi tað hent seg, at tað verður ein løta, har náti kann takast aftrat í vertíðini í ár, verður tað sambært veðurforsagnum hjá dmi.dk kanska tíðliga mikudagin. Men, tað er rættiliga ivasamt, um dagurin fer at roynast.
Um nakað kann gerast á ávísum leiðum, eitt nú í Vestmannasundi, Leirvíksfirði, Djúpunum og Svínoyarfirði, sum kanska liggja eitt sindur goymdir fyri vesturættunum, er ein annar spurningur.
Men, nú so langt er útliðið, krevst, at veðrið er gott. Annars kann roknast við, at fuglurin flýgur og ikki letur seg taka.
##med2##