Nýtt alduorkuverk verður royndarkoyrt á DHI í Hørsholm

Tveir pensioneraðir bretskir fysikarar fara at royndarkoyra eitt nýtt alduorkuverk, sum er ein long gummislanga, ið skal liggja undir havyvirflatuni. Royndarkoyringin verður á Dansk Hydraulisk Institut í Hørsholm.

Teir báðir uppfinnarnir Francis Farley og Rod Rainey vóna, at um fimm ár fara 200 metrar langar gummislangur at ríða á havsins aldum og framleiða reina og bíliga orku, tað skrivar University of Southampton í einum tíðindaskrivi. Tað nýggja alduorkuverkið hevur fingið navnið Anaconda.

Universitetið hevur júst fingið játtað 400 milliónir krónir til at fullføra hugskotið hjá teimum pensioneraðu fysikarunum. Í heyst verður alduorkuverkið royndarkoyrt á Dansk Hydraulisk Institut í Hørsholm.

Uppfinningin sær simpul út, men iniheldur nógv loyndarmál. Ein long gummislanga við einum tvørmáli uppá 7 metrar, sum er afturlatin í báðum endum og full av sjógvi, verður ankrað í havbotnin á 40 til 100 metrar dýpi.

Granskarar á University og Southampton hava sett nøsina upp eftir, at fyrsta alduorkuverkið verður roynt á havinum komandi ár. ? skrivar Ingeniøren.dk.